Suðuroyingar og sandoyingar eta mest grind

Kanning vísir, at tey har suðuri í landinum eta oftast grind

Fólkaheilsuráðið hevur nú greinað tølini um matvanar hjá føroyingum úr stóru fólkaheilsukanningini frá 2019 “Hvussu hevur tú tað?”, har heili 3000 vaksnir føroyingar tóku lut.

Kanningin vísir eitt nú, at tey har suðuri í Føroyum eta oftast grind.

31 prosent av fólkunum í Suðuroy og Sandoy siga, at tey eta grind »hvørja viku til 1-3 ferðir um mánaðin«. 17,1 prosent av teimum Vágum siga tað sama, og síðani koma tey í Streymoynni (undantikið Tórshavn).

Bert 6 prosent av fólkinum í Havn eta grind »hvørja viku til 1-3 ferðir um mánaðin«. Næstan 40 prosent av fólkinum í høvuðsstaðnum siga, at tey eta ongantíð ella sjáldan grind.

##med2##