Suðuroyingar stoyta ikki longur mjólkina á sjógv

Ein misskiljing hevur ført við sær, at síðani verkfallið byrjaði, hava suðuroyingar stoytt yvir 10.000 litrar av mjólk í havið


 

Verkfall


Síðani verkfallið byrjaði, eru bóndurnir í Suðuroynni ikki slopnir av við mjólkina. Teir hava stoyutt hana á sjógv og tilsamans eru sostatt yvir 10.000 litrar farnir havið hesar dagarnar.

Orsøkin er, at øll hava hildið, at tað hevur ikki borið til at fáa mjólkina frá bóndrunum í Suðuroynni, norður til Havnar, so leingi verkfall var. Hinvegin er mjólk komin ótarnað av mjólkarvirkinum í Havn og suður í pakkum, so suðuroyingar hava ikki manglað mjólk.

Tað var ikki fyrrenn at Petur Karl av Rana, bóndi á Tvøroyri, gramdi seg í Útvarpinum um, at ?Tvørafjørður var hvítur av mjólk? sum tey høvdu stoytt í havið, at gongd kom í málið.

Tí at bóndurnir í Suðuroy ikki skjuldi sleppa av við mjólkina, var bara nakað, teir hildu.

Feløgini í verkfalli gjørdi beinanvegin vart við, at mjólkarflutningur var ikki tarnaður av verkfallinum og tískil bar líka væl til at føra mjólk úr Suðuroynni, til Havnar í stórum tangabili, sum tað bar til at føra mjólk suður úr Havn í smáum pakkum.

Men alt hevur sína orsøk, eisini hendan misskiljingin

Tað er Strandferðslan, sum heintar mjólkina fyri mjólkarvirkið. Tá ið verkfallið byrjaði, stóð tangin í Havn. Mjólkarvirkið sigur, at ætlanin var at fáa hann suður beinanvegin fyri at hava hann til taks.

? Men tað gekk so striltið at fáa hann suður, at ongin ivaðist í, at hesum flutningurin varð blokeraður, verður sagt av Mjólkarvirkinum

Í suðuroynni kunnu bøndurnir, sum hava mjólkneyt, teljast á aðrari hondini og teir lata um 2.500 litrar, hvørja ferð, bilurin er eftir mjólk, tvs, tríggjar ferðir um vikuna.

?So hetta er ongin vanlukka sum so, sigur Mjólkarvirkið.

Men nú misskiljingin er ruddað av vegnum, sleppa bóndur aftur av við mjólkina og týsdagin varð aftur koyrt eftir mjólk fyri fyrstu ferð, síðani verkfallið byrjaði.