Fótbóltslagið er gott í Suðuroy, har dagsskráin er heilt øðrvísi nú, enn hon plagar at vera. Í staðin fyri tos og spenning um at vera røttu megin niðurflytingarstrikuna, so er tað nú í hinum endanum, at nýggja felagsliðið er.
Í dag vunnu Suðuroyingar 1-0 í Sørvági á uppflytarunum í 07Vestur. Poul Ingason stútaði einsamalla málið eftir at horna varð lagt innfyri.
Suðuroyingarnir eru teir einastu, sum hava fulla úrtøku. Saman við Suðuroyingunum var HB einasta liðið, sum vann fulla úrtøku í fyrsta umfari. Í dag endaði tað málleyst, tá ið HB vitjaði á Skála. Harvið hevur Skála tvær ferðir verið partur av málleysum javnleikum. Fyri viku síðani endaði tað 0-0, tá ið skálamenn vóru í Klaksvík.
Í dag endaði tað 1-1, tá ið KÍ spældi í Gundadali ímóti B36. Semir Hadzibulic legði KÍ framum við fínum langskoti stutt undan steðginum. Eftir hvíldina legði B36 nógv fyri, og tað eydnaðist at javna, tá ið Róaldur Jakobsen umsetti brotsspark til mál.
Meistararnir í Víkingi eru á veg úr Runavík við 1-0 sigri. Einsamalla málið skoraði Philip Djordjevic við skoti av brotsteigarmarkinum stutt undan steðginum.
ÍF vann fyrstu stigini við 3-1 heimasigri á EB/Streymi. Dánjal á Lakjuni skoraði tvey mál tíðliga í fyrra hálvleiki. Spenningur kom í aftur, tá ið Rógvi Egilstoft Nielsen umsetti brotsspark til mál, men so var tað Ari Ó. Ellingsgaard, sum við beinleiðis frísparki økti til 3-1 og harvið tryggjaði ÍF fyrsta sigurin.
ÍF-EB/Streymur 3-1 (2-0)
1-0: Dánjal á Lakjuni
2-0: Dánjal á Lakjuni
2-1: Rógvi E. Nielsen br
3-1: Ari Ó. Ellingsgaard
NSÍ-Víkingur 0-1 (0-1)
0-1: Philip Djordjevic
Skála-HB 0-0
07Vestur-TB/FCS/Royn 0-1 (0-1)
0-1: Poul Ingason
B36-KÍ 1-1 (0-1)
0-1: Semir Hadzibulic
1-1: Róaldur Jakobsen br
TB/FCS/Royn 6 stig
HB og Víkingur 4 stig
ÍF 3 stig
KÍ, Skála og B36 2 stig
NSÍ og EB/Streymur 1 stig
07Vestur 0 stig
Triðja umfar
8. apríl
B36-NSÍ
9. apríl
EB/Streymur-TB/FCS/Royn
ÍF-HB
Víkingur-Skála
07Vestur-KÍ