Suðuroyingur fingið takkarløn

Lions Klubburin í Suðuroy hevur heiðrað Virgar Djurhuus á Tvøroyri fyri hansara ótróttiliga sosiala arbeiði, ikki minst ímillum ungdómin, á Tvøroyri í næstan 20 ár

 

Takkarløn


Lions Klubburin í Suðuroy samtykti í vár at fara undir eitt nýtt tiltak. Tað var at vísa onkrum suðuroyingi, sum hevur gjørt eitt serligt avrik av onkrum slag, eina lítla viðurkenning.

Onkur hevur kallað hetta eina heiðursløn til ársins suðuroying. Sjálvur kallar Lions Klubburin hetta eina takkarløn til ein suðuroying, sum hevur útint serligt avrik á onkrum øki.

Herfyri samtykti klubburin so at fyrsta heiðursteknið skuldi Virgar Djurhuus á Tvøroyri fáa.

? Vit síggja viðhvørt - um enn at tað er sjálvdan- at tað eru fólk, sum offrað seg heilt og fult fyri eini sak, og tað ólønt afturat. Men enn sjáldsamari síggja vit, at hesi fólkini fáa ta tøkk og viðurkenning, tey hava uppiborið segði Leivur Nygaard, Lions forseti í Suðuroy, tá ið hann handaði Virgari Djurhuus heiðursgávuna.

Heiðursgávan var ein sera snotilig veggjaklokka úr føroyskum gróti við Lions búmerkinum í. Við gávuni fylgdi eisini eitt heiðursbræv.


Tikin á bóli

Sjálvur varð Virgar Djurhuus fullkomiliga tikin á bóli. Hann visti av ongum, men varð boðsendur oman í ítróttarhøllina á Tvøroyri týskvøldið á flogbóltsfund.

Fundur var so ongin, men ístaðin fekk hann heiðursgávu fyri hansara ótroyttiliga sosiala arbeiði á Tvøroyri.

Tað er nevniliga Virgar Djurhuus, sum hevur hevur verið undangongumaður í flogbóltin á Tvøroyri, heilt síðani hann tók seg upp fyri næstan 20 árum síðani.

Tey, sum hava við flogbólt á Tvøroyri at gera, siga, at hann hevur verið hjartað og sálin í flogbóltinum á Tvøroyri, síðani hann byrjaði, og uttan at taka nakað frá øllum hinum, er tað fyrst og fremst Virgari Djurhuus fyri at takka, at flogbóltsfelagið á Tvøroyri nú er ímillum tey allarfremstu í landinum.

Tá ið hann fór undir flogbóltin á Tvøroyri í 1983 var onki lið, men hann byrjaði í smáum við at spæla flogbólt við gentum úr 9. og 10. flokki. Drongirnir vístu ikki sama áhugað og tað er ikki, fyrrenn nú tey allarseinastu árini, at teir eru við at koma meiri upp í.

Síðani hevur flogbólturin á Tvøroyri ment seg við lít, so at tað nú eru tilsamans 150 virknir leikarar í flogbóltsfelagnum á Tvøroyri. Felagið hevur í løtuni ikki færri enn 21 ungdómslið, umframt lið í meistaradeildini fyri kvinnur.

?Vit eru mong íð hava fylgt við, hvussu tú, við hjálp frá góðum kreftum, hevur bygt flogbóltin á Tvøroyri upp frá ongum til tað, hann er í dag. Hetta hevur kostað tær at kalla hvørja fríløtu hvønn einasta vetur, bæði til venjingar, skeið og ferðir norðureftir.

? Hetta er eitt arbeiði, sum hevur so ómetaligan týdning fyri ungdómin, at tað kann ikki gerast upp í pengum. Men tað ætla vit heldur ikki, segði Leivur Nygaard, tá ið hann handaði Virgari klokkuna og heiðursbrævið.

Samstundis, sum Lions Klubburin læt Virgari heiðursgávu, nýtti flogbóltsfelagið eisini høvi til at heiðrað hann við eini gávu og einum lítlum kekki fyri væl útint arbeiði