Suðurstreymoy fekk alt skreytið

Havnar Róðrarfelag fór við tveimum og tey á Argjum við einum setti av heiðurskrónum

NOR?OYASTEVNA
5-MANNAFØR KVINNUR

Bestu kappróðrarkvinnurnar eru tær í Suðurstreymi. Jarnbardur prógvaði enn eina ferð á Norðoyastevnu, at tær eru framúr,og í kappingini ímillum kvinnurnar umborð á 5-mannaførunum var tað ikki so nógv øðrvísi.
Sílið stóð seg framúr væl. Kvinnurnar vóru tvær bátslongdir undan næstu kappingarneytunum, og tað var hin kvinnubáturin hjá Havnar Róðrarfelag, Drekin, sum var næstfyrstur á mál. Honum á baki kom Blikur hjá Argja Róðrarfelag á mál. Munurin millum nummar tvey og trý var ógvuliga lítil. Eina bátslongd aftanfyri Blik komu Firvaldur og Fípan Fagra mest sum í senn á mál.
Høvdu tit roknað við hesum úrslitinum?
Arndis Andreasen er bátsformaður á Sílinum, og hon svarar soleiðis:
- Á Strondum vunnu vit. Tá var frástøðan til Blik seks sekund, og til Drekan, sum endaði á fjórða plássinum, var munurin ta ferðina trettan sekund. Men eitt er bygdarstevna, og nakað annað er tað, tá ið tað er álvari í FM kappingini. Men vit eru sera fegnar um, at tað gekk so væl í Klaksvík.
Hava tit undir venjing kappast ímóti Drekanum?
- Yvirhøvur ikki. Tí var hetta rættuliga spennandi. Vit fingu góðan start, og tað var skjótt, at vit fingu at vita, at tað sá heilt gott út. Men vit kendu ikki, at vit høvdu vunnið, fyrrenn vit vóru komnar á mál.
Kvinnurnar umborð á Sílinum eru 20-22 ára gamlar. Flestu teirra hava nógvar royndir í kappróðri. Bátsformaðurin er saman við Annu Høgnesen triðja árið umborð á Sílinum. Fríða Rasmussen og Torgunn Gásdal vóru eisini við í fjør. Tríggjar nýggjar eru komnar við. Sólvá Dam hevur ongantíð róð áður. Magna í Stórustovu hevur áður róð við Sílinum og Gongurólvi, og Linda hevur áður róð við Havfrúnni í Vestmanna.

Úrslit: 5-mannafør kvinnur
1Sílið05:16.13
2Drekin05:22.03
3Blikur05:22.14
4Firvaldur05:25.13
5Fípan Fagra05:25.14
6Frúgvin05:26.20
7Junkarin05:30.11
8Royndin Fríða05:30.23
9Ritan05:31.17
10Ørnin05:33.01
11Falkur05:41.01