Suðuroyarkabarettin ritar navn sítt í klettin

Suðuroyar Sjónleikarafelag sá dagsins ljós fyri nøkrum árum síðani, og við teimum eisini Suðuroyarkabarettin.

 

Felagið hevur í stóran mun hildið til í mentanarhúsinum SALT á Drelnesi, og tað er eisini har, kabarettirnar hava verið á palli.

 

Hesi árini, kabarettirnar hava verið árligur og afturvendandi gestur, hava tær ment seg. Og tað er í sær sjalvum eitt bragd, tí tað var ikki soleiðis, at fyrsta Suðuroyarkabarettin byrjaði niðast í brekkuni. Heldur var frá fyrsta degi lagt fyri ovarliga í brekkuni, so nær hægstu tindum, at ein ikki helt, at komast kundi nærri.

 

Men Suðuroyarkabarettin 2024 bert staðfestir, at kabaettfólkini eru nærri tindunum, enn nakrantíð, tí kabarettin í ár hevur dygd, ferð, flog, góðan leik og tónleik, og sjálvandi skemt.

 

Talan er sjálvandi um lokalt skemt, men als ikki bara, so øll kunnu vera við.

 

Tað er ein frægd at síggja, hvuusu henda leikgrein, ið nevnist skemtileikur ella kabarett, hevur ment seg sunnast í Føroyum. Og tað er ein frægd at síggja, hvussu leikandi lætt tað er at spæla kabarett, ella soleiðis sær tað í hvussu er út, tá Suðuroyar Sjónleikarafelag er á palli. Og tá er alt vunnið, tí sum við so mongum øðrum, so er endamálið við hørðum arbeiði, sveitta og venjing, júst at fáa tað at síggja lætt út. Og tað eydnast hjá leikarunum.

 

Ein freistast at siga, at tað at spæla kabarett er “lett”, so sum ein suðuroyingur hevði úttalað lætt.

 

Alt fer fram á einum palli, sum at byrja við kann tykjast einfaldur; ein inn-og útgongd við trappum báðu megin, og so ein svali ovast. Men henda pallseting ímyndar skjótt nógv annað, og t.d. eru vit beinanvegin í trappugongini á Smyrli, tá tvey hittast har.

 

Yvirhøvur er Suðuroyarkabarettin eitt bland av skemti, leiki, sangi, og so upplagda lokala skemtinum, ið tekur upp ymiskt, ið farið er fram síðstu tíðina, og sum fólk kenna aftur, ella kenna seg aftur í.

 

Gleðiligt er eisini, at hóast nakað av útskifting, so tykist tað, sum at tað legst afturat, og at tilgongd er av yngri leikarum. Tað er gleðiligt hjá einum felag í útjaðaranum.

 

Uttan at taka nakra frá nøkrum, so slepst ikki undan, at systkini Johansen hava verið, og eru, berandi kraft í virkseminum hjá felagnum. Stuttlig og dugnalig eru tey, og vónandi halda tey á, eins og tey hava gjørt síðani byrjan.

 

Óføru tónleikararnir duga væl, og gera júst tað teir skulu: teir yvirtaka ikki, men eru har, og spæla bara - og spæla væl.

 

At Suðuroyar Sjónleikarafelag aftur hesaferð hevur fingið Jákup Veyhe at vera leikstjóri, og seta prikkar yvir i’ini, er ein dygd, ið sæst aftur. Tí hoast sera góðar og skemtiligar kreftir millum leikararnar, so er óivað so, at royndirnar hjá Veyhe seta nakrar av áður nevndu prikkum á rætta stað.

 

Suðuroyarkabarettin 2024 er avbera góð. Líka góð, ella betri, enn tær undanfarnu. Og staðfestast kann, at dygd er í bæði skriving, framleiðslu og leiki, og ein hugsar, at hevði ein verið fluga á vegginum, tá tilfarið verð skrivað og vant, so hevði ein skjótt mist fótafestið og flog, og ein hevði ligið sum flugan.

 

Jú, Suðuroyarkabarettin ritar navn sítt í klettin. So rimmar fast, tí her her kramm í, og ongin fer ómerktur avstað aftur.

 

Tað frættist, at enn er møguleiki at síggja kabarettina, tí seinasta sýning verður hóskvøldið komandi í SALT. Men eisini verður arbeitt við at fara um Suðuroyarfjørð við kabarettini – hetta verður møguliga til eina sýning í Løkshøll.

 

So enn er vón hjá teimum, ið ikki hava sæð og hoyrt hetta frískliga lotið – ella kanska er tað hvassur vindur, fyri at ogna sær atgongumerki til seinastu sýningarnar. Spælt hevur verið fyri fullum húsum, og tað er ikki uttan orsøk; Suðuroyarkabarettin er tryggur veitari av skemti við biti, flogi og ferð, og skuldi tað hent, at onkur ikki hevur eina skemtiliga løtu saman kabarettfólkunum, so hevur viðkomandi óivað sjálvur skuldina í hesum!

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##

 

##med19##

 

##med20##