Súkklan hjá Høgna sýnd fram

 

 

Í gjárkvøldið var ein hugnalig løta í Miðlatúni, har Høgni Mohr  tosaði um tekstasavnið ”Grøðandi greinir” og skaldskapin hjá Høgna. Tónleikarar gjørdu løtuna eitt sindur hugnaligari við góðum tónleiki.

 

Súkklan og Høgni vóru í 2016 í øllum oyggjum og bygdum í Føroyum. Ferðin hjá Høgna og súkkluni byrjaði leygarmorgunin 9. juli og endaði mikukvøldið 12. oktober 2016. Teinurin var tilsamans 1.300 km. Lítil ivi er um, at hetta er fyrsta súkkla, sum hevur verið í øllum oyggjum og bygdum í Føroyum.

 

Høgni hevur latið súkkluna til Vágs kommunu, og stendur hon í Miðlatúni í Vági fram til ársskiftið.