- Tað er sum eitur, og eigur at fara í sama bólk sum rúsdrekka og tubbakk, siga amerikanskir granskarar.
Tað er evnið fruktosa í sukrinum sum er orsøk til fleiri av lívsstílssjúkunum í dag, so sum høgt blóðtrýst, sukursjúka og fiti.
Út frá hesum mæla amerikansku granskararnir til, at neyvt eftirlit verður hildið við nýtsluni av sukri. Hesum eru norsku starvsfelagar teirra als ikki samdir í.
Ein teirra, Svein Olav Kolset, ið er føðsluserfrøðingur á universitetinum í Oslo ynskir ikki at kalla sukur fyri eitur.
- Tað er sjálvandi ikki uttan trupulleikar, at fólk fáa stórar nøgdir av fruktosu í seg, sigur hann. Men vit mugu tó ongatíð undirmeta leiklutin hjá sukrinum.
USA hevur størstu sukurnýtsluna pr íbúgva, meðan Noreg er á einum triðja plássi, væl frammanfyri bæði Danmark og Svøríki.