Veðrið kundi valla verið betri til mentanarnáttina, sum varð sett kl.18.00 í kvøld, og tað sæst aftur á Vaglinum og runt um miðbýin í Havn, har tað er stúvað við fólki og einamest minnir um á ólavsøku.
Tórshavnar kommuna boðar í skrivi frá, at mentanarnáttin sum vant verður við eini fjølbroyttari skrá við nógvum forvitnisligum tiltøkum. Stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og gistingarhús spenna seg út, og handlarnir hava leingi opið.
Handlarnir í miðbýnum hava opið til kl.23.00 í kvøld, og tað er líkt til at fólk taka av møguleikanum hetta góðveðurskvøld, og eru longu fleiri fólk streymað til Havnar gøtur henda fyrsta tíman eftir at setanin fór fram á Vaglinum.
Skráin fyri mentanarnáttina sæst HER.