Sum ættin - so skýggið

Ein avmarkað uppgerð við einoygt, veruleikareingjandi

søguryggbrótandi, bíbliufobistiskt, antisemittiskt kannustoyparí

 

MEGALOMANI

 

 Enn einaferð nærkast vit jólum, eini tíð, har tey flestu lata liggja sína trongd til at særa onnur og gera til onkis tað, onnur hava kært og royna heldur at sýna næsta sínum vinsemi, sóma og virðing. Øll uttan Hans Andrias Sølvará, ein væl áborin keglfrøðingur norðan úr myrkrinum. Til jólar í fjør blakaði hann tað, hann hevði avrátt skuldi vera ein bumba inn undir friðsæla jólatræið hjá føroyingum við bókini ‘Hini fyrstu jólini’, sum um tað, hann rættiliga innsneiddur roynir at avhylja og gera sær dælt av, var nakað nýtt. Ein skal hava eina ótrúliga neurotiska muru til tess at fáa seg til at leggja til rættis nakað so óhoyrt óreint beint upp undir jól, bert fyri at varpa ljós á sín egna persón. Sølvará er ein krossfarari uttan kross, ein - sambært Hanus Kamban (Sos. 12.12.08, s. 37) - kristin uttan Kristus, sum hevur útnevnt seg sjálvan sum fremsta ‘prügelknabe’ Skriftunnar. Væl gagnist honum. Men var hann nakar maður, hevði hann goldið tað sjálvur - um tað nú var so mikið vert, sum hann sjálvur heldur tað vera! Nakað verður kallað hollendsk sjúka. Tað er at gera sær fíggjarliga dælt av øðrum! Sølvará fæst við tað, ið hoyrir horvheiminum til, nakað bíbliutrúgv aldri fara at kjeglast við hann um. Tað, hann illa slysað kallar søgukrittiskgransking eru søguryggbrótandi tilgitingar (hypotesir). Onki av tí, hann skrivar, er egið verk, men læntar fjaðrar, sum einhvør næmingur í triðja flokki í fólkaskúlanum eins væl kann leita fram á alnótini! Eins og við fundamentalistiskudarwinistisku turkatrúnni eru manglandimillumlið og tilgitingar høvuðsprógv hansara, tað, ið kallað verður skjótt syftur seiður. Próvførslan kann best lýsast við hesum døminum: Man har fundet bevis på, at Mussolinis romantiske erobringer muligvis omfattede kongefamilien! Tá møguligvís er tað sama sum prógv, tá er ein endaður heilt har úti har sjálvt krákurnar venda. Og tað er júst har Sølvará og autopilotur hansara Rolf Guttesen eru endaðir. Ikki bert er Sølvará farin í feriu frá seriøsari søgufrøði, men hann er emigreraður. Út um tíð og tein. Og omaná tað heila ber bókin søgufalsandi heitið: “Tey fyrstu jólini”! Hetta er søgufalsan av grovasta slag, tí nær vórðu jól á fyrsta sinni hildin? Og hvat hava tey fyrstu jólini, árliga blóta- og bjórveitsla heidnu norðurbúgva, við føðing Frelsarans í Ísrael at gera? Halló? Eitt er at fáast við kannustoyparí, men hetta er ikki annað enn at draga gamalt hoyggj!

 

 Giordano Bruno er upphavsmaður Intelection Interna Lection’s, tað, ið kallað verður Ainnara undirvísing@, t.v.s. at jú meir eg læri t.d. eina maskinu at kenna, tess hægri meti eg verkfrøðingin, ið uppfunnið hana hevur. Humanisman ger júst tað øvugta. Hon er gudleys, ásanningarleys og lívsáskoðan hennara er: If it feel good, do it! Tað, sum gott er við humanismuni, hevur hon stolið úr Skriftini! Aristoteles segði: AUm tú í menniskjuni bert viðurkennur tað menniskjaliga, so svíkur tú menniskjað og elvir tí vanlukku, tí við øllum sum hevur týdning í lívi tess - andin - er menniskjað kallað til nakað hægri enn einans menniskjaligt lív@. Jú, størri andsmenniskja eitt menniskja gerst, jú størri gudsásannan, blygd, virðileika og siðprýði avmyndar tað - og ikki øvugt. Hetta liggur djúpt goymt í náttúru menniskjans sum ein rest frá tíð menniskjans í Aldingarði Guðs. Heraklit, kendur fyri tálmafrøði sína, segði, at Anáttúran ynskir at fjala seg sjálva@. At eitthvørt mentað menniskja fjalir út yvir blygd sína er ikki tilvild. ATilvildin er kanska pseudonymið fyri Guð, tá Hann ikki ynskti at skriva undir@, skrivar rithøvundurin Anatole France. Og meðan humanistar í dag eru um at sálast av bíbliufobi so skrivar Goethe, at ABíblian gerst vakrari og vakrari jú betur ein lærir hana at kenna@. Jean Jacques Rousseau skrivar: AHvør týdningarleys, hvør burturspilt eru ikki orð heimsspekinganna við øllum sínum mótsøgnum, sammett við Skriftina!@

 

 Tríggir menn førdu kríggj móti nazismuni Churchill, Roosevelt og Stalin. Teir báðir fyrstnevndu søgdu seg vera kristnar. Churchill skrivaði enntá 6 bind av endurminningum, men Guðs Navn kemur ikki fyri hjá hvørgum teirra! Tað er bert gudloysingurin Stalin sum sigur: AGævi Guð, at operatión Torch (invatiónin í Norðurafrika) má eydnast!@ og AFortíðin hoyrir Guði til@. Gudloysingurin Mao lat seg doypa tá hann kom í størstu neyð! Í eini samrøðu við enska blaðið Snow í 1971 segði hann: ASkjótt fari eg at standa frammanfyri Guði!@

 

 Tað sama kemur Sølvará eisini at gera!

 

 

 

 JÓLINI HJÁ SØLVARÁ

Øll, ið kenna eitt vet til søgu, vita at jól - fyri ikki at tala um tey fyrstu jólini, tí nær og hvar vórðu tey á fyrsta sinni hildin? - als onki hava við Jesu føðing at gera yvirhøvur! Harumframt halda bíbliutrúgv als ikki nýheiðin jól saman við jólamonnum, ið búgva í okultum hulduheyggjum og eins og avgudur norðbúgva, Tórur, ríður um himmalhválvið, ella saman við okultum vættrum og vemmiligum rottum, men brúka jóladagarnar til at minnast føðing Harrans, sum fór fram á heysti, ikki á jólum! Heldur ikki ervar tað rithøvundan, Hans Andras Sølvará, at Jesus als ikki varð borin í heim á jólum - t.v.s. 25 des.! Hetta er at falsa søguna av grovasta slag og er einum søgufrøðingi lítið virðiligt! Eisini bæði ógvar og undrar tað ein, at eitt alment fróðskaparligt forlag gevur slíka søguryggbrótan út. Tað er langt úti og átti at fingið staðiligar fylgjur! Men kanska ikki so løgið kortini, tá ein hugsar um hvussu nær skeggið situr høkuni!

 

 Sostatt gjøgnumgatar Sølvará longu á permuni trúvirði sítt sum álítandi søgufrøðingur. Heitið er burturvið, innihaldið tilgitingarligt og avskrivað, drívmegin bíbliufobistisk og endamálið er at gera Skriftina til eitt lygiverk!

 

 Tað er so eitt, men bókin er ikki meir enn sodnað niður í svørðin, so ger hugbærsligi lagsbróður hansara, Rolf Guttesen (Sos./Vikuskifti 25.01.13), eina vælhávaða roynd at hirða upp eldin, til tess at bíbliufobistiska kennið ikki heilt skal detta burtur. Bíbliufobistiska DNA Sølvará’s avnoktar seg ikki. Maðurin spælir bronglu og greinin er ein joke, líka ørkymlandi lesnaður sum at lesa “Da tipoldefar blev halshugget”! (Niels Bing/Schultz). Hann skuldi heldur lisið bókina ”From Science to God”, sum enski vísindamaðurin, fysikarin og granskarin Peter Russell hevur skrivað. Eg hugsi, at hann man vera eitt sindur meir ’belisin’ enn bæði Sølvará og Rolf tilsamans!

 

 Eisini nýtir hann høvið til at søttreinsa gessiga paradíssvans Koranunar, tó at hetta als onki hevur við jólini hjá Sølvará at gera yvirhøvur. Hetta er sama paranoida trongd, ið ríður Sølvará, tá hann í keisarans nýggju klæðum í glantrileikinum í Miðlahúsinum á uppgeilaðu framløguni av bók hansara “Orð um Gud” rósti vankyndum livihátti og mongu moskum islams til skýggja (Sos. 10.03.08) við durkdrivnu lygnini: “samfeløg, sum hava flest moskur og flest samkynd, hava størstu búskaparligu framgongdina” (sitat) sjálvt um hann fullvæl veit, at her er talan um USA og vónleyst afturúrsigld sharialond, har mannarættindini verða kúgað og hvørs kvinnur verða noyddar at ganga ílætnar sum grýlur á alljósum degi, fagnaður av útbrendum tjóðveldishetjum og lívgaður við einum gyldigum kekki frá Føroya Banka fyri at hava endavent Orði Guðs til síni egnu orð um Gud, heldur enn at latið kundum sínum pening teirra aftur, sum av bankans atvoldum mistu uppsparda pening sín til ellisárini, ja, enntá hús og heim og máttu ríma av landinum fyri at lívbjarga sær - á sama hátt sum flóttarfólk úr moskuríka búskaparliga paradísi Sølvará’s! Hetta er ikki annað enn durkdrivin lygipropaganda av sama slag sum tann, Annita á Fríðriksmørk serveraði í Sosialinum 05.08.11, har hon fortaldi, at tey londini, har tolsemið hevur víðastu ræsur, høvdu størstan búðskaparligan vøkstur! Hetta sigur hon tó at hon væl veit, at tað bert er ein tíðarspurningur nær tolsemisháborgirnar USA og ES hokna undir arbeiðsloysi og botnleysari skuld!!

 

 

 

 SØTTREINSAÐA SHARIA/HALAL-SAMFELAGIÐ HJÁ SØLVARÁ OG ROLF

 

 Vit fáa at vita frá einum av Rolf til endamálið headhuntaðum dulnevndum Koran-søttreinsara, ið ikki so frægt sum vil leggja navn til tað, hann sjálvur skrivar(!), at Muhammad skrivaði Koranina á syro-árameiskum, tí árabiskt onki skriftmál hevði á døgum Muhammads! Og at tað ger allan munin. Í hvussu so er fyri akademiskar býttlingar og naivistar, serstakliga av tí slagnum, ið kallað verður Biedermann-naivistar (eftir sjónleikinum Brandstifterne hjá schweizaranum Max Frisch, skrivaður 1953-58 og framførdur á Glostrup Amatør Sene 06.02.2009).

 

 Jú, tað eru tey, ið halda seg kunna fyri ýtum greina!

 

 Tá tað er so umráðandi fyri Rolf at blanda Koranina uppí jólini hjá Sølvará og pjøssa uppá islam-søttreinsan hansara í Sos. 10.03.08 til tess at gera Koranina borðbæra, kann tað ikki vera meir enn rímiligt her at endurgeva hvat ein annar granskari, Alexis de Tocqueville (var eitt skifti uttanríkismálaráðharri Fraklands), sum við at seta sítt fulla navn undir tað, hann skrivar, stendur við tað, hann skrivar, sigur um hesa bók: “Jeg har studeret Koranen grundigt. Da jeg var færdig med det studium havde jeg den overbevisning, at der kun har været få religioner i verden med en så dødbringende påvirkning af menneskeheden som Muhammads. Så vidt jeg kan se, er det hovedårsagen til dekadencen der er så tydelig i den muslimske verden i dag, skønt mindre absurd, end oldtidens polyteisme. Dens sociale og politiske tendenser er efter min mening noget man bør frygte, og jeg betragter den derfor som en slags dekadence fremfor en form for fremskridt i relation til selve hedenskabet.” (sitat). Fyrrverandi muslimurin og kendi rithøvundin M.A. Khan skrivar í bók síni “Islamic Jihad: A Legacy of Forced Conversion Conversion, Imperialism and Slavery: “Jeg frigjorde mig fra islam efter at have studeret de kanoniske islmiske tekster. I løbet af de følgende år har jeg foretaget en omfattende undersøgelse af islamisk teologi og af historien fra Muhamad til de moderne tider. Des mere jeg læser, des mere bliver jeg chokeret. Det har været en afskyvækkende beretning om umenneskelig brutalitet mod uskyldige mennesker: Tvungen omvendelse, brutal imperialisme og altødelæggende slaveri. Det er en sag om gigantisk menneskelig tragedie og alle disse blev udøvet af muslimske invaderende og af herskere i århundredernes løb i den hellige jihads navn, hellig krig, den grundlæggende troslære i islam!” (sitat). Alnótssíða hansara islam-watch.org er vorðin ein hin mest troytti kunningardepilin hjá fyrrverandi muslimum. Tað kundi verið áhugavert at vita, hvat islamsøttreinsararnir Sølvará og Rolf siga um tey alt meir og meir rísandi krøv muslimanna um broytar svimjihylar, skúlagongd, frálæru, lógir og burturbeining av klassikarum heimsliteratursins og málningalist vesturheimsins, sum sambært framtroðkan teirra sára kenslur islams? Ella hvat feðgarnir siga um tað, Hume skrivar: AKoranen er en vild og absurd forestillling. Konsentrerer vi os om hans (Muhameds) fortælling, vil vi hurtigt opdage at han priser eksempler på foræderi, umenneskelighed, grusomhed, hævn of snæversyn, som er aldeles uforenelige med et civiliseret samfund@? Fyrrverandi forsætisráðharri Danmarkar, Anders Fogh Rasmussen, hevur sagt, at AVit eru nú komin hartil, at tað eisini í Evropa kann kosta lívið at troyta sítt talufrælsi! Vit eru komin hartil, at polittikarar noyðast at fjala seg, tí teir hava brúkt talu- og skrivifrælsið til at siga okkurt atfinningarsamt um islam!@ (sitat). Lars Hedegaard, formaður í Trykkefrihedsselskabet, ið av somu orsøk varð roynt at myrða, segði eftir hendingina: “I dette land (Danmark) kan man uden den mindste risiko stå frem og sige, at det naturligvis vil blive indført sharia og alt som det indebærer af barbarisk straff og undertrykkelse. Man kan, uden at nogen krummer et hår på ens hoved, udtale at utugtige kvinder naturligvis skal stenes til døde, og at muslimer som vender ryggen til islam, selvfølgelig skal slås ihjel!! Hvis man derimod siger og skriver at det altså er denne måden islam skal opfattes på, så kan man regne med rasismebeskyldninger, straffesager - og som vi nu kan se drabsforsøg!” (sitat)

 

 Sanniliga, “det er et yndigt land”, vit eru í ríkisfelagsskapi við - tó vónandi ikki leingi afturat, eitt land sum var við til at bumba Kadaffi frá valdinum til fyrimuns fyri eitt miðaldarligt sharia-stýri, stuðla Abbas og Gaza, ið nýta peningin til at fíggja terror, kúging av kvinnum og dráp á samkynd, eitt land hvørs gudleysu, neurotisku polittikarar beint ímóti demokratiska rætti, vilja og trúgv fólkakirkjunnar við makt hava brotið seg inn um kirkjugátt við vankyndari vígslu - og nú eisini boikottar okkum, sínar egnu ríkisborgarar! Sanniliga ein lotur biti hjá sambands- og samríkisfólki at svølgja nú á jólum! Vælgagnist teimum! Men hetta er ikki alt, ið kemur av flatlondum, hvørs høvuðstaður hevur reist hálvmána islams(!) hægst í býarmerki sínum! Fert tú í ein handil í dag ber næstan ikki til at fáa til keyps ein høsnarunga uttan so at hesin er halal-slaktaður! Tað merkir, at ein muslimskur slaktari vendur móti Mekka í bøn vígir slaktið til árabiska mánagudin Allah! Uttan at nakar varnast tí verður øll tjóðin undirdýkt í muslimskum halalkjøti úr Danmark! Hetta er tann reini ørskapur. Og tú hevur so gott sum ongan valmøguleika at keypa ikki-halalkjøt!

 

 Hvar er hitt hálovaða rúmsátta samfelagið fyri øll, tá tú ikki kanst velja?

Halal-umfarssóttin. Merki við svørtu Kaba’aini, ið váttar, at henda vøran er vígd Allah, hálvmánagudi islams!                     Sjálvt ikki søtmeti sleppur uttanum halal!

 

 

 

 GROFT MALIÐ OG ILLA SÆLT

 

 Hvar Jesus varð føddur, hvar Hann búði, útlegdartíð Hansara í Egyptalandi, vísmenninir, barnamorðini í Betlehem, Augustus, Kvirinius, Heródes, hvørt orð so sum ungkvinna ella moyggj eru í andsøgn við hvørt annað o.s.fr., er vorðið bíbliufobistunum Sølvará og Rolf himmalhøgar andsøgnir og sannir snávingarsteinar.

 

 Men slíkum eru teir eisini ætlaðir!

 

 Á sneisatelging teirra er ongin endi á. Rolf sigur, at eitt orð sum frelsari og evangelium als ikki er bíbilskt! Orðini eru lánt, sigur hann! Javel. Kanska hann kundi sagt okkum, hvør ið eigur tey! Orðið frelsari merkir bara ein, ið bjargar einum øðrum! Evangelium er grikskt og merkir góð tíðindi! Tað eru góðu tíðindini, evangeliiðum Jesus Kristus sum eru bíbilisk! Tey eru guddómlig! Tey eru ongastaðnis lænt! Tað er Rolf, ið hevur lænt síni orð um Gud frá Sølvará og øðrum bíbliufobistum! Rolf kundi eins væl fortalt okkum, at orðið og fyri ikki at siga komma (,) sum tað eru sera mong av í Bíbliuni, heldur ikki eru bíbilsk, tí tey eru lænt! Uttan iva frá syro-árameiskum ella onkrari dulnevndari keldu, hvør veit! Hvussu fjollutur kann ein akademikari blíva í paranoidu bíbliufobi síni? Er onki mark? Nei, har er onki mark, bert ein glíðibreyt, sum bara gerst brattari og brattari, hálari og hálari og ikki slepst av aftur uttan Guðs frelsandi hond - skal ein ikki enda har, hon endar!!

 

 Á sama hátt sum Sølvará ger hann Skriftina til ta kølasvørtu lygn. Tó at Skriftin sigur: “Og hon (Maria) átti son sín (Jesus), hin fyrstafødda, og hon reivaði hann.....!” (Luk. 2.7), so fortelur Rolf eina pyntisøgu t.v.s. lygisøgu um at Jákup, ein av brøðrum Harrans, var eldri enn Jesus! Danir kalla nakað en sand løgn! Kann ein lygn vera sonn? Ja, tað kann hon saktans - væl at merkja fyri Rolf! Hevði hann av illum sagt, at Jósef var einkjumaður og átti Jákup frammanundan í fyrru giftu síni, so var tað tað. Men tá soleiðis er vorðið, so kann Rolf sleppa at forklára, at um so var:

 

1.     hví Jákup so  ikki var saman við foreldrunum í fjósinum í Betlehem, tá Jesus varð føddur?

2.      

3.     hví Jákup so ikki var saman við foreldrunum í Templinum, tá Jesus varð umskorin 8. dagin?

4.      

5.     hví Jákup so ikki var við foreldrunum á ferðini til Egyptalands?

6.      

7.     hví Jákup so ikki var við foreldrunum í Jerusalem, tá Jósef, Maria og hin 12 ára gamli Jesus vitjaðu Templið?

8.      

 Rolf er líka raskur sum Sølvará at manipulera, falsa og lúgva. Hann sigur, at Heródes ráddi í einum jødiskum kongaríki í Palestina! Hetta er kolasvørt søgufalsan! Kongadømi hansara umfataði Judea, Samaria og Galilea! Onki kallaðist Palestina tá! Søgufrøðingar siga, at Hadrian keisari (76-138 e.Kr.), ið livdi hálva øld aftaná at Heródes var rotin, var hin fyrsti, ið gav tí hertikna, jarðlagda Ísrael heitið “Palestina” (Filistine) eftir filistum, gomlu, horvnu fíggindum Ísraels, til tess einaferð með alla at beina burtur navn Ísraels av kringi jarðar, nakað, ið sum kunnugt ikki eydnaðist og ALDRI fer at eydnast, tí onkur konstruerað pyntisøga(!) í Skriftini alla tíðina hevur sagt nakað heilt annað - nevniliga at Guð Ísraels á síðstu døgum skuldi endurreisa Ísrael og savna burturrikna, jagstraða og óynskta fólk Sítt, jødarnar, í landi Sínum, Ísrael, beint fyri eygum heimsins! (les t.d. Jer. 31.10; Es. 66.8, Áp.s. 15.16 o.s.fr.)

 

 Hetta hendi 14. mai 1948.

 

 Sikken ein pyntisøga, t.v.s. lygisøga!

 

 Standið so har!

 

 

 

 HEILIVÁGURIN VERRI ENN SJÚKAN

 

 Barnamorð Heródesar er fyri feðgarnar, Sølvará og Rolf, ikki annað enn ein pyntisøga. Øll normalfólk vildu kalla hetta eina ræðusøgu! OK, lat tað nú fara, teir venda jú øllum á høvdið kortini, men ein skynsamiligur søgugranskari hevði tvørturímóti straks gáað eftir, at Heródes stóð illa í eygum Augustusar júst orsakað av brutaliteti sínum, at Augustus av somu orsøk hevði skert vald hansara (kanska orsøkin júst vóru barnamorðini?), at Heródes var ein ráður og kyniskur tyrannur, ein paranoidur margbøðil, sum rak konu sína Doris og sonin Antipatros í útlegd, drap næstu konu sína, tað ungu Mariamne, egnu synir sínar Alexandur, Aristobulus og Antipater umframt abba og beiggja Mariamne v.fl. Sjálvt tá hann lá á deyðastrá, lat hann handtaka ein hóp av jødum av tí betra slagnum, sum hann gav boð um at drepa, tá hann andaðist, nakað, ongin fekk seg til at gera kortini.

 

 Tá Sølvará og Rolf halda, at ein slíkur sadistur, ið ongar trupuleikar hevði av at beina fyri egnu konu síni og egnu børnum sínum ikki kann hava beint fyri børnunum hjá øðrum, soleiðis sum Skriftin sigur, eru teir á ótrúliga tunnum ísi søgukrittiskt sæð. Eisini hevði ein seriøsur søgugranskari straks lagt til merkis, at onginsamtíðarkelda, ongir samtíðar søguskrivarar, ja, ikki eingong mest durkdrivnu krittikarar Gleðiboðskaparins, so sum t.d. Celsus, so mikið sum pilka við eitt einasta eitt komma í frásøgn Lukasar og Matteusar - soleiðis sum feðgarnir báðir - og við teimum ein rembul av líkasinnaðum - sjálvklókir í egnum eygum hava tikið sær fyri at gera nú heili 20 øldir seinni.

 

 Ein seriøsur søgugranskari veit eisini at barnamorðini als ikki vóru so umfatandi, sum feðgarnir hava hug at halda og vilja gera til eina søguligastórhending, ið ikki bara kundi fara aftur við borðinum, uttan so at samtíðar søguskrivarar høvdu nevnt hesa søguligu stórhending. Betlehem var bert ein lítil bygd, ein torp. Sambært seriøsar søgufrøðingar er talan um í mesta lagi 20 børn, ið dripin vórðu, og ikki hundratals børn, og sostatt ongin søgulig stórhending millum onnur hópmorð, ið næstan dagliga vórðu framd tá á døgum. Dagsskrá Sølvará’s og Rolf’s er greið, at

 

1.     líkjast evangeliini, ja, so er tað galið, tí so hava evangelistarnir skrivað av eftir hvørjum øðrum,

2.      

3.     og líkjast tey ikki, ja, so er eisini tað galið, tí so er Skriftin í ósamsvari við seg sjálva!

4.      

 Tað er HASa óreiðiligu manipulatiónina hjá Sølvará, sum Rolf gevur fjolluta viðmælið: “Higartil størsta og dygdarbesta verk á føroyskum!” Ein skuldi næstan trúð, at hann hevði drukkið Rastapuz, eisini kallað Æselspark, ella leið av hattemagersyge! Guð viti, hvat Carl Jóhan hugsar, tí hann sigur bókina hjá sær “Ó” vera dygdarbesta verk, ið skrivað er á føroyskum!!

 

 

 

 KABALAN HJÁ KARLU

 

 Lukas var ein lærdur harri, ein tátíðarinnar akademikari. At hann helt seg til hin vællærda Paulus heldur enn til fiskimannin Pætur er ikki so løgið. Hann ferðaðist um við Paulusi (Kol. 4.14, Filem. 24 og 2. Tim. 4.11), ið kom frá tí lærda umhvørvinum í Tarsus í Cilicia (Kilikia), landspartinum í hvørs fjøllum Kvirinius uml. ár 8 f.Kr. bardi niður ein homonadariskan uppreistur, nakað sum gjørdi at Lukas fekk fyrstuhonds kunning frá tí staðkenda Paulusi júst um Kvirinius um tað mundið, tá Jesus varð føddur! Tá Paulus stóð ákærdur fyri Agrippa kongi, sigur hann: “Kongur veit um hetta, og við hann tali eg djarvur; tí eg eri vísur í, at einki av hesum er honum ókunnigt; hetta hevur jú ikki hent í avkróki!” (Áp.s. 26.26). Hin kendi sekuleri granskarin innan antikka tíð, W. M. Calder, sigur: ”Prógvið uppá at Kvirinius var landshøvdingi í tvey tíðarskeið í Sýria, og at har var ein fólkateljing eisini undir fyrra tænastuskeiði hansara har, finna vit staðfest í Lukas 2.1-5”! Hetta sigur ein sekulerur granskari! Og hann er ikki ein og hvør. Hann fjalir seg heldur ikki aftanfyri dulnevni, soleiðis sum headhuntaði islamsøttreinsandi heimildarmaður Rolf’s ger! Harafturat livdu Lukas og Matteus tætt upp at hendingunum og eygnavitnum til hendingarnar! Tað gjørdu hvørki Josefus (37-100 e.Kr.) ella Tacitus (56-120 e.Kr)! Tá teir skrivaðu, vóru hendingarnar, teir skrivaðu um, longu eina øld gamlar og meir! Hvørji mundi so hesi eygnavitni og keldur Lukasars og Matteusars um føðing Jesu m.a. vera?

 

 Hvør annar enn Maria, móðir Jesu!

 

 1. Hon var í fjósinum í Betlehem!

 

 2. Hon var við í Templinum í Jerusalem, tá Jesus varð umskorin 8. dagin!

 

 3. Hon var við í útlegdini í Egyptalandi!

 

4. Hon var stødd á Golgata við krossfesting Jesu!

 

5. Og - sum krúnan á verkinum - var hon við í fyrstu kristnu samkomuni (Jóh. 19.25, Áp.s. 1.14) saman við Matteus og Lukas!!!

 

 Onga í námindi so nær-hendingunum-keldu hava Josefus, Tacitus, Sølvará og Rolf at vísa á! Onga. Ikki eina tað einastu eina! Ikki eina! Hartil er tað heilt einfalt óhugsandi, at teir kundu skriva falsaðar frásøgnir um Mariu og um føðing Jesu til fyrstu samkomuna, sum millum onnur Maria, ið var við í samkomuni, vitsti alt um!! (Áp.s. 1.14). Hatta hongur ikki saman - uttan bara inni í bíbliufobistiska, søgufalsandi knokkinum á Sølvará og Rolf!

 

 Søguskrivarar sum Josefus, Tacitus v.fl., hvussu eftirfarandi eru teir? Líka eftirfarandi sum søguskrivararnir, ið skrivaðu søgu Sovjets undir Stalin? Teir ótu jú við keisarans borð! Slatursøguskrivarar, sum t.d. Svetonius, eru ikki heilt ókendir, og ein stórur partur av tí, Tacitus skrivaði um t.d. tey kristnu í Róm er grundað á slatur! Og Josefus? Ja, hann skrivar t.d. at Heródes var 15 ára gamal tá hann tók við starvinum sum landshøvdingi í Galilea. Tá var Heródes 25 ára gamal! Og um landslutin Galilea fortelur hann, at har vóru heilir 204 býir og bygdir! Bara í Galilea! Og tann, ið fæstar íbúgvar hevði, hevði fleiri enn 15.000 íbúgvar, sigur hann! Hetta er tað reina nonsens. Falda vit hetta við einum miðaltali ístaðinfyri minstatalinum hjá Josefus, gevur hetta 3-4 mill. fólk! Bara í Galilea! Tá eru Samaria og Judea ikki talt við. Tá enda vit uppi á einum miðaltali á uml. 12 mill.! Tað hava aldri búð fleiri fólk í Ísrael enn sum í dag - og har búgva uml. 7,4 mill. fólk nú!

 

 So hetta er sum við kabaluni hjá Karlu!

 

 Men um nú Matteus og Lukas hava sitið og skrivað av eftir Markus, hvaðani kemur so tað tilfarið, sum Markus ikki hevur? Jú, hokus-pokus, siga feðgarnir, tað eru pyntisøgur, t.v.s. lygisøgur! Genialt, ikki satt? Tað er á henda óreiðiliga hátt søgufrøðingurin Sølvará førir seg fram. Og tað er slíkt ókultiverað tvætl, Rolf lovprísar sum “higartil størsta og dygdarbesta verk á føroyskum!” (Sos. 25.01.13, Vikuskifti, s. 14-15)

 

 Sjái Guð hluta minn!

 

 Uppaftur genialari er hin sokallaða tvíkeldu-tilgitingin (hypotesan) hjá Christian Hermann Weisse, har hann hevur gandað fram eina keldu afturat - kallað “Q”, sum eftir hansara tykki hava verið til, men ikki er til, har Matteus og Lukas sambært hann skulu hava fingið sínar pyntisøgur frá! Ja, hvat ger man ikki, tá man hevur koyrt seg fastan í sínum egna gudleysa vitloysi?

 

 Jú, einaferð hendi tað Óla Hvass, hann fekk ikki hønina at liggja til pass .......!

 

 Restina kenna tey flestu!!

 

 

 

 SKRÁNAÐAR TORVUR

 

 Sum hjá so mongum øðrum søguligum persónum, kenna vit bert lívsleið Kviriniusar í brotum. Av brotunum sæst, at hann tvey tænastuskeið tænti í Sýrialandi. Fyrra tænastuskeið hansara, sum Lukas umtalar í kap. 2.1-5, var frá uml. ár 10-7 f.Kr. Legg merki til, at hetta var “á døgum Heródesar” um tað mundið tá Jesus varð borin í heim(!), soleiðis sum bæði Lukas og Matteus greiða frá. (Luk. 1.5 og Matt. 2.1). Tað er alt ov plásskrevjandi her at greina málið út í æsir, men sambært eini áskrift á einum steini, Augustus keisari lat reisa eftir seg (Res Gestae Divi Augusti), sigur hann seg hava framt 3 manntal. Í árinum 8 undan tíðarrokning okkara fór eitt av hesum fram. Tað er hetta Lukas tosar um. Manntal varð haldið hvørt 14. ár. Hetta tí, at øll, ið nátt høvdu 14 ára aldur, vórðu søgd myndug at vera bæði menn og kvinnur! Út frá hesum skilja vit betur, hví Jósef tók Mariu við sær. At øll fóru til ættarstað sín at verða innskrivað, var harumframt aldargomul jødisk siðvenja. Tað, sum ger ”pyntisøgu” Lukasar søgukrittiskt uppaftur meira sterka er, at vit frá fyriskipanum, brøvum og skrásetingum vita, at 14 ára manntal eisini varð hildið í Egyptalandi um sama mundið, og at hvør maður eisini har fór av húsi til ættarbygd sína at verða innskrivaður! Søgufrøðingar eru ójavnir á máli um júst hvat ár Jesus varð føddur. Teirra boð uppá hetta spennur líka frá ár 8 til ár 4 undan tíðarrokning okkara. Í árinum 8 f.Kr. fór sum sagt manntal Augustusar fram. Hetta ger frásøgn Lukasar’s (Luk. 2.2) søguliga klettafasta, tí um vit byrja við manntalinum ár 6 eftir okkara tíðarrokning, tað manntalið, Lukas kallar hitt seinna (Áp.s. 5.37), tá Kvirinius var landshøvdingi í Sýrialandi, sum eisini Tacitus og Josefus nevna bara orsakað av uppreistrinum, henda skattauppkrevjingin voldi, og telja fram til manntalið, Augustus keisari skipaði fyri ár 8 undan okkara tíðarrokning, so gevur hetta júst 14 ár!

 

 Sostatt verður fyrra manntalið, sum steinur Augustus keisara og Lukas nevna, men sum fyri Sølvará bert eru skránaðar torvur, tá Jesus varð føddur og meðan Heródes livdi søguliga tvífalt váttað!

 

 

 

 ONKI HJÁ SØLVARÁ & CO AT KOMA EFTIR

 

 Men rætt skal vera rætt. Eitt hevur Sølvará tó rætt í og tað er, at Kvirinius eftir øllum at døma ikki var landshøvdingi í Sýrialandi uml. ár 8 f.Kr., t.v.s. um tað mundið tá Jesus varð føddur! Tað er uttan iva korrekt! Hesin kallaðist nevniliga Sentius Saturninus og var sambært søgufrøðingum landshøvdingi har frá uml. ár 10-6 f.o.t. Fyrst fleiri ár seinni uml. ár 6 e.o.t. varð Kvirinius settur í starv sum landshøvdingi í Sýrialandi. So langt ber til at fylgja Sølvará. Men so ikki longur. Tí her yvirsær vantandi søgukrittiska kunnan hansara enn einaferð nakað heilt basalt. Lukas sigur ikki, at Kvirinius framdi fólkateljingina, men bert at hon fór fram meðan Kvirinius tænti í Sýrialandi. Men hví kallar Lukas hann landshøvding - nakað hann eftir øllum at døma ikki var?

 

 Tað ger Lukas heldur ikki!

 

 Grikska orðið, hann brúkar um starv Kviriniusar, er ’hegemon’, eitt orð, ið sera óheppið er endurgivið við heitinum ’landshøvdingi’, tó at ’hegemon’ heilt einfalt bara merkir ein, ið ræður, stýrir, leiðir, stjórnar o.s.fr. Hetta gjørdi Kvirinius eisini samstundis sum Sentius Saturnius var landshøvdingi har.

 

 Luk. 2.2 sigur sostatt, at hetta fyrsta manntalið var meðan Kvirinius stýrdi, leiddi ella stjórnaði Sýrialandi!

 

 Nú vit eru í frummálinum, skal eisini nevnast, at orðið ”prote”, sum kemur fyri tvær ferðir í Luk. 2.2, bæði merkir fyrst, frammanundan og áðrenn, og tí eins væl kann lesast: ”Henda fyrsta (prote) innskrivingin var frammanundan/áðrenn (vanliga týtt: meðan) (prote) Kvirinius varð landshøvdingi í Sýrialandi”.

 

 Hetta ger, at vit ikki bara kunnu lesa eina tekst svart-hvítt, soleiðis sum hin frummálsókøni Sølvará og hansara líkar gera.

 

 Sostatt er als onki ósamsvar í tekstinum líkamikið hvat!

 

 Frá søgukeldum vita vit, sum sagt, at Kvirinius tænti í Sýrialandi í tveimum setum, har hin fyrra var millum ár 11 - 6 fyri okkara tíðarrokning. Uppgáva hansara var sambært Tacitus (56-117 e.Kr.) “av serligum slag”! Hvørji vóru hesi “serligu” ørindini? Jú, Augustus sendi hann hagar at berja niður homonadararnar, eitt krígsherjandi fólk í fjøllunum í Cilicia (Kilikia) í vestara parti av Sýrialandi. Uml. ár 8 f.o.t., t.v.s. umleið tá Jesus varð føddur og meðan Heródes ráddi í Judea, tænti hann sostatt har sum serligur útsendingur - sum herovastiog ovasti leiðari (hėgemonevontos) í Sýria! Tacitus sigur, at Quintilius Varus avloysti Saturninus í Sýrialandi um tað mundið tá Heródes doyði uml. ár 4 f.o.t. Eitt, sum sambært søgufrøðingar eisini stuðlar undir at Kvirinius tværsetur tænti í Sýria, er at í 1764 varð funnin ein steinur við látínskari áskrift (Lapis Tiburtinus), sum fortelur um ein persón, ið tvær reisir hevði leiðandi starv í Sýrialandi og tvær reisir varð fagnaður í Rom fyri hernaðarlig avrik. Onkur søgufrøðingur meinar at steinurin umtalar Varus, men teir flestu siga, at talan bert kann vera um Kvirinius, av tí at Varus ongar hernaðarligar skreytir framdi (Corpus Inscriptionum Latinarum, H. Dessau, Berlin 1887, bd. 14, s. 397, nr. 3613). Tað gjørdi Kvirinius harafturímóti! Undir leiðslu Varusar leið rómverska heimsveldið størsta ósigur sín nakrantíð móti germanum við Teutoburgskógin ár 9 e.o.t., tá 3 legiónir undir hansara leiðslu vórðu høgdar niður. Hann beindi fyri sær sjálvum orsakað av hesum vanæruliga ósigri rómverska heimsríkisins. Slíkir menn fingu ongan ríkisfagna! Ríkisfagnaðurin, umtalaður á hesum Tibursteininum, samsvarar - sambært søgufrøðingar - væl við ta sannroynd, at Kvirinius eisini fekk eina pompøsa ríkisjarðarferð, nakað, tænastumenn sera, sera sjálvdan fingu - og so aldeilis ikki slignir herovastar, sum lítið mannsømiligt enntá høvdu beint fyri sær sjálvum!

 

 Justin Martyr (114-165 e.Kr.) vísir til Kvirinius sum prokurator, og Tacitus (56-117 e.Kr.) sigur starv Kviriniusar í Sýria vera av serligum slag!Av serligum slag!Slíkt var ikki sagt um tænastu landshøvdingsins!

 

 Men tað hevur ongan áhuga fyri søguókrittiskuviðgerð Sølvará’s, tí tað tænir ikki bíbliufobistiska endamáli hansara við bókini! At ein provins viðhvørt varð stýrd undir ymiskum heitum, hava vit dømi um frá provinsini Sardinia sum í árinum 46 varð stýrd av einum prefekti (Aurelius Proclosus) og í øðrum føri av einum prokurator (Iuventus Rixa).

 

 Áhugavert í hesum sambandinum er eisini, at Josefus umtalar tænastutíð Varusar í eintali, meðan hann umtalar tænastutíð Saturninusars í fleirtali - ein greið ábending um at ovasta leiðsla Sýrialands um hetta mundið var tvídeild!

 

 Á Antiokia-steinunum (funnir 1912) verður Kvirinius umtalaður við høga embætisheitinum duumvir, ið merkir ein avtveimum, og sigur hetta ikki sørt í hesum máli. Tertullian sigur somuleiðis uml. ár 200 e.Kr. í verki sínum Markion, kap. 4.19: ”Det er konstateret, at en folketælling netop blev gennemført under Augustus i Judea ved Sentius Saturninus, som kunne have tilfredsstillet deres undersøgelser vedrørende Kristi familie og afstamning!!”

 

 

 

 UNDIR TRAPPUNI HJÁ LENU

 

 Sum sagt, so tekur tað alt ov nógv pláss her út í æsir at greina hetta til fulnar, men hvør er trupuleikin? Hann er ikki søguligar keldur, men persónar, ið greina tær eftir próvførsluleistinum: En sten kan ikke flyve, min svigermor kan heller ikke flyve, altså er min svigermor en sten!

 

 Bókin Hini fyrstu jólini er órættvorðin og ber eitt søgufalsað heiti og avdúkar eitt ódámligt, ótrúliga einoygt, søguryggbrótandi kannustoyparí, ein hyrnirúgva og skálkaskjól fyri nøkrum heilt øðrum enn gransking, nevniliga bíbliufobismu, ið situr uttaná eins og avdráp á sátu. Tað sama ger seg galdandi fyri Orð um Gud. Orð Guðs verður gjørt til eitt lygiverk! Ótespiliga Koranin og aðrar átrúnaðarligar skriftir, ið fjøtra í milliónatali av menniskjum í heiðinskapi, barbarismu, miðaldarismu og fátækdómi, vera mettar hægri enn Orð Guðs. Hægri læristovnar gudloysisins eru vorðnir eitt satt Clondike fyri ateistiskan, humanistiskan, darwinistiskan, evolutionistiskan og vankyndan heilatvátt, fyri ikki at tala um durkdrivna bíbliufobismu og demonisering av Ísrael, nakað, sum gongur hond í hond! At Rolf ókrittiskt svølgir alt rátt, sum Sølvará skrivar, vísir bert, at tað eisini rættiliga er farið at tynka í erva hjá honum við. Skilvísið, ið eyðkennir ein sannan akademikara, er fullkomiliga smottið honum av hondum. Hvørki hann ella Sølvará kunnu prógva eitt einasta eitt av uppáhaldum sínum. Ikki eitt einasta eitt. Ikki eitt. Tey eru falsan, tilgiting (hypotesir) og ikki annað enn bíbliufobistisk sneisatelging, ið á ongan hátt kann kallast seriøs søgukrittisk gransking. Teir villast, tí teir kenna ikki Skriftirnar. Fyri teir er Orð Guðs blekk og bókstavir, men bókstavurin drepur sigur Orð Guðs. Orð Guðs er ikki blekk, men andi og lív! Teir bera á brá at fáast við fróðskap, men fáast við uppsvølpað kannustoyparí, bíbliufobismu, tilgitingar, pyntisøgur, søguryggbrótan, fantasi, falsan og beinleiðis lygnir, eins og Dan Brown og aðrir tendensiøsir bíbliufobistiskir yuppie-skribentar. Teir geva seg út fyri at vera granskarar, men eru ikki annað enn ”Orð um Guð”-bókstavaríðarar, ið stara seg blindar uppá ikki nóg væleydnaðar bíbliutýðingar, tilgitingar (hypotesir), dulnevndar keldur og sjálvspunnar pyntisøgur - slíkar, tú bert hoyrir undir trappuni hjá Lenu!

 

 SMELLS LIKE THE 60’s

 

 Spottið og álopini á Orð og vitni Harrans fyri ikki at tala um Ísrael hava ongantíð verið meira intens og rafinerað enn júst í dag. Hugsa bert um Limbo-kvøldmáltíð spottaranna á Tjóðpalli Føroya ella spottarakrossferð hins vanmentaða Jóanes Nielsen á Vaglinum fyri ikki at tala um ótespiliga gudsspottandi filmin ‘Life of Brian’, sum Sjónvarp Føroya troystaði sær at sýna! Tað lægsta í menniskjanum, tað mest vanæruliga og vanmentaða gerst mentan! Alt samalt nakað, ið umfatað er av § 266b! Tó, ein dagur kemur, tá øll, ið spotta hin livandi Guð, sleppa at svara fyri seg, ein dagur, ein tá vildi ynskt, at ein aldri varð føddur! Og tá Rolf vil vera við, at bíbliukritikkur at kalla er ókendur her á landi, nakað, hann enntá tykist sakna(!), so man hann neyvan hava lisið framúrskarandi perlur heimsliteratursins(!) hjá Høgna av Heiði, gudsspottaranum Jóannes Nielsen, Guttormi Djurhuus sála, bíbliufobistum, “kristnum” darwinistum, humanistiskum torparum og teknum, fyri als ikki at tala um óhorviliga, paranoida orðalagið, ið brúkt verður í HASum slagnum av bíbliukritikki á t.d. netsíðuni ‘Gudloysi’. Tað eru sanniliga ikki grælingafjaðrar!

 

 Nei, vanmentaðu, bíbliufobistisku, hánasaðu háðatrýnini tróta so sanniliga ikki í hesum §266btolsemis og virðileikans landi! Annars átti Rolf at vita, at júst tann veruleiki, at tað finnast ymisk trúarsamfeløg beinleiðis er úrslit av, at fólk lesa Skriftina við krittiskum eygum og tískil antin eru noydd á dyr ella sjálv hava sæð seg noydd at takka fyri ferðarlag!

 

 Henda greinin, nú í meira dagførdum líki, varð sum svar til m.a. margháttligu greinina hjá autopiloti Sølvará’s, Rolf Guttesen’s í Sosialinum 25.01.13, send blaðnum, men fekk - ikki so løgið - ikki innivist! Hevur síðan ligið á telduni til nú, einum rann til hugs talgildu miðlarnar. Eins og mullah’nir í Teheran situr elita fjølmiðlaheimsins og ger av, hvat ið tali- og skrivifrælsið er fyri nakað!

 

 Eitt ræðandi dømi um hetta er eitraða jødahetz Hanus Kamban’s (Sos. 05.12.08, 12.12.08, 15.01.09), har hann sigur at ísraelsmenn hava rænt land palestina og skírir Ísrael ein slaktikjallara og veit at siga, at jødar brenna palestinskar kvinnur livandi! Hann gloymdi bara at fortelja, at jødar eisini eta palestinar! Samlíki hansara, blaðmaðurin og arvtakari Göbbels í jødahatri, Donald Boström, veit at siga, at ísraelar drepa palestinar og selja gøgnini!! (Aftonbladet 18.08.09). Hanus fekk eina heila opnu at hóreiggja sær á við nazistisku demonisering síni av jødunum, ið slapp at standa ómótsagt, tí andsvar ikki fær innivist! Fyrrverandi hernaðarovastin fyri bretsku herliðini í Afganistan, Richard Kemp, sigur at ongin av heimsins tjóðum hevur nakrantíð sýnt slíkt varni mótvegis sivila fólkinum sum Ísrael vísti í krígnum í Gaza!

 

  Hesin maður var við til at sjóseta ‘ruðuleikans verkfrøði’ (sitat) (Sos. 05.12.08) á anarkistisku barikadunum í sekstiárunum í farnu øld, og kemur tí ótýdliga jødahetz hansara ikki óvart á nakran. Anarki merkir ruðuleiki! Tað sama sermerkir jødahatsku greinir hansara. Hann tekur ímóti lívlangari sømdarløn frá tí samfelagnum, hann á barikadunum helt so hánt um, fyri at skriva eitt bókaverk um tveir brøður, hvørs CV hjá øðrum ljóðar uppá at hann mátti handan rimarnar at sita fyri eitthvørt, ið ikki toldi dagsins ljós, og í CV hins skrivar Jóanes Nielsen, rithøvundur, at hann var fjeppari Hitlers, ið drap seks mill. jødar, og “luttók á mentannarligari nazi-kongres í Leipzig í 1937” (sitat. Jóanes Nielsen, Dimma nr. 16, 19.07.13). Nakað, ið er ógjørligt at skilja, tí báðir vóru hampamenn. Tað er Hanus eisini. Men onkusvegna loypir ketan av. Zacharias Zachariassen gav út eitt megnar bókaverk um ein av Føroya mætastu rithøvundum, týðarum, yrkjarum og skaldum, Victor Danielsen, sum enntá týddi Skriftina til føroyskt mál í eini tíð, tá mentanarelitan her á landi meinti at Guð bert skilti danskt! Henda andliga, bókliga og mentanarliga andshetjan var hvørki fjeppari nazismunnar ella sat handan rimarnar fyri brotsverk, men Zacharis fekk onga sømdarløn fyri søguliga megnarverk sítt um Føroya mætasta mentanarliga andsmenni. Hevur nakar, hvat bókmentanarligum avrikum viðvíkur, uppiborið eina slíka sømdarløn framum nakran annan, so er tað Zacharias Zachariassen!

 

 Og nú vit nevna sømdir manna, skal her verða søgd ein søga, ið ikki áður er søgd alment. Hans Andrias Djurhuus var lærari á Tvøroyri, tá kongur vitjaði har. Til tess at heiðra kong syrgdi hann fyri at seta skúlabørnini í rað niðan eftir bryggjuni. Men hvussu gjørdi hann hetta? Jú, gyrdur í brøkur sum hann var av umgangi sínum við hitt betra slagið á Tvøroyri, setti hann børnini hjá teimum fremst í raðið! Longst burturi og aftast í raðnum setti hann børnini sum komu úr teimum minni mentu og fátæksligastu heimunum! Klassamunurin sást væl og virðiliga aftur á klæðunum! Men kongur var ikki býttur. Hann gjøgnumskoðaði glantrileikin tá hann steig í land. Og hvat gjørdi kongur? Jú, hann gekk framvið børnunum hjá teimum av tí betra slagnum og steðgaði fyrst við endan á raðnum, har tvær sera fátæksliga ílætnar burturfjónaðar gentur stóðu, neig fyri teimum, streyk teimum eftir hárinum og tók í hondina á báðum tveimum! Bara teimum báðum! Tá gjørdist Hans Andreas lotur um oyruni, fyri ikki at tala um alt tað betra slagið, ið tá var uppi á døgum á Tvøroyri! Til søguna hoyrir, at onnur av hesum fátæksliga ílætnu gentunum var mamma mín, Jensia Smith! Hon átti ongan forsyrgjara. Bert tvey ára gomul gjørdist hon faðirleys, tá faðir hennara, Niels Smith, sló út á veg heim úr Íslandi við Falkinum. Móðir hennara, ið var úr Garðshorni, Oyndarfirði, gjørdist av læknaávum lamin í øðrum arminum um sama mundi, men mátti kortini forsyrgja tveimum smágentum! Men soleiðis sá Hann, ið klæðir blómurnar á markini, til faðirloysingar, sum av lítið sømiligu lótum manna fingu lagt stein omaná byrðu við at verða tveitt aftast, og veitti tí forfjónaða tann heiður, ið ætlaður var tí betra slagnum - beint fyri snópnu eygum teirra!

 

 Hví gjørdi Hans Andrias, sum hann gjørdi? Var hann eitt illryski? So avgjørt ikki. Hann var hampamaður, men hvat feilti? Jú, veikt er holdið hjá okkum øllum og onkusvegna var ketan lopin av hjá honum. Hann fall fyri freistingini at menga fyri tí betra slagnum, hann kom saman við á Tvøroyri! Slíkt kann ikki sigast um Victor Danielsen. Eisini hansara hold var veikt. Eisini hann var lærari. Ei heldur varð Zacharias - ikki so løgið - innstillaður til lívlanga sømdarløn fyri søguliga og mentanarliga megnaravrik sítt!!

 

 

 

 ACTA EST FABULA, PLAUDITE

 

 Bíbliufobistin Sølvará, ið áhaldandi ger Orð Guðs til eitt lygiverk, kallar Hanus “ein kristin søgufrøðingur” (Sos. 12.12.08, s. 37). Ja, so vita vit tað! Teir, sum píndu, brendu á báli og myrdu tey bíbliutrúgvu, kallaðu seg eisini kristin! Ein teirra, blóðvargur pávans, kom heilt til Føroyar at kristna Føroyar við svørði - í sama myrðandi anda sum bøðilin Mohammad! Hann kallaðist Sigmundur Brestison! Kanska Hanus eisini heldur, at hann var ein kristin? Ella enn og betur, at Jesus var ein kristin? Tað var Hann ikki. Hann var ein Skrifttrúgvur jødi! Tað sama vóru ápostlarnir! Teirra trúsemi móti Skriftini avgjørdi lagnu teirra: Teir vórðu lagdir undir hatur, eins og gjørt verður í dag við - og fyribeindir!

 

 Nær hava jødar eins og muslimar og teirra líkar katolikkarnir herjað heilar heimspartar og lagt teir undir seg og við svørði í hond noytt heil fólkasløg til at taka við jødiskari trúgv? Nær????????

 

 Pávarnir hava tað fyri at skíra seg og síni til “halgimenni”, og tað stendur eisini Hanusi frítt at “kristna” hvønn hann vil. Hvønn mátistokk hann nýtir, má hann sjálvur um, men her skal bert vera víst til at Harrin Jesus sigur, at á ávøkstrinum skal træið kennast! Og her sleppur ongin av okkum undan! Ikki ein tann einasti ein. Hvat vit so kalla okkum. Tó skara summi framúr. Ein teirra skrivaði skarnsverkið ‘Von den Juden und ihre Lügen’, katekismus nazistanna, aðrir kalla seg kristnir darwinistar, og Vatikanið hevur í nýggjastu bíbliuútgávu síni til brúk í Fjareystri skift út Guð (Jahve) við mánaavgudin Allah, ið giftur var við bábylónsku Sólgudinnuni og við henni átti tær tríggjar gudadøturnar Al-Uzzah, Manah og Al-Lat (umrøddar í upprunaligu Koranini, ið enn er til skjals, men aftaná eina seinni sokallaða “betri” opinbering strikaði Muhammad hesi vers (surah 25.4-5l, an-Najm 53.19-22), kend frá bók Salman Rushdie’s ‘De sataniske vers’, sum hesin varð hóttur eftir lívinum fyri. Hóast bókin í so máta er áhugaverd, so mælir undirritaði frá at lesa hana, tí hon er samstundis bæði rasistisk og profan). Onnur reisa heilt til Afrika at boða Kristussum mánaavgudin Allah og læra børnini har at syngja “Allah elskar teg!” (varð sent heim sum jólaheilsan í Útvarpi Føroya úr Afrika fyri fáum árum síðan!), uppaftur onnur hava ístaðinfyri einglar Guðs tikið til sín jólamenn (katólskt halgimenni) sum kopi av heidna avgudinum Tór fara ríðandi á himmalhválvinum í sletu síni og halda til í hulduheyggjum(!) - t.v.s. í døkkheimsins trøllabølum saman við okultumvættrum og rottum!!!! Hesin heiðinskapur og okultisma døkkheimsins er nú vorðin gott latín innan kristna gátt, men hevur onki til felags við bíbliutrúgv, Harran Jesus og ápostlar hansara yvirhøvur!

 

 Ei heldur Sølvará & Co!

 

 Hvørji tey eru, ið eru “fuskarar í fakinum”, nýtist Hanusi als ikki at fortelja Føroya fólki. Hann má endiliga ikki halda, at fólk uttanfyri hansara jødahatska og bíbliufobistiska dunnuhyl eru býtt. Eisini leggur hann hampafólk undir at hava ‘uppfunnið’ fyribrigdið ‘upprykking’ Guðs fólks umframt at vera krígsgreðingar, sum nátt og dag við hamara og tong virka fyri at íbirta kríggj í Miðeystri! (sitat) (Sos. 12.12.08, s.36). Ikki bert er maðurin andaliga blindur, men eisini er hann sovnaður mitt á torgi veruleikans. Mongu kríggini og standandi, svorna krígsstøða muslimska heimsins mótvegis Ísrael og veruligu krígsgreðingarnir PLO, Hisballah, Hamas, Iran & Co koma ikki uppá tal! Ikki eiti á. Ber tað veruliga til at gerast so veruleikasørur, søgureingjandi fyri ikki at siga sálarliga avskeplaður? Ja, tað ber væl til! Dømini tróta tíverri ikki. Hvussu einstakir amerikanskir prædikumenn kunnu hóreiggja sær vita vit alt um, men í hesum førinum leypir Hanus eins og Sølvará beinleiðis á profetiska Orð Guðs. Tá hann leggur monnum ógvusligu Orð Skriftunnar í munn um alt tað blóð, ið flóta skal, tá mongu heimsins tjóðir í milliónatali skulu herja á Ísrael, so skal her bert verða mint á, at tað blóð, ið fleyt undir seinna heimsbardaga, varð tað lagt á vegin í 1 m tjúkd, hevði fjald 60 km av vegi, t.v.s. frá Eiði til Sørvágs! Eru vit órímiliga varin við hesum tølum og skarva heila helvtina av, so er talan framvegis um eina vegalongd sum frá Eiði og heilt til Strendur í 1 m tjúkd!! Eisini má ein spyrja, hvat ið er galið við at vera trúgvur ímóti Skriftini? Er tað veruliga so, at tað er meira æruvert at vera ótrúgvur? Gevur tað nakra meining at vera bíbliuótrúgvur? Er tað ein dygd, ið líkar Hanusi?

 

 

 

 BARKASANGUR KRÍTUNESAR

 

 Fuskarar er nú ikki tað ringasta, ið grýtt verður eftir teimum bíbliutrúgvu. Tey verða søgd at líða undir kretinismu, ið er latínskt og merkir kristin í týdninginum “åndsvag”! Orð sum talibanar, miðaldaristar, ekstremistar, sekteristar, uppviglarar, trongskygd, fanatisk, skaðilig, leiðilig, “banalar røddir” (“Sitat” eftir Kim Simonsen, Norðurlandahúsið 22.11.13. Sum islamhvítvaskari stendur hann onki aftanfyri Hanus, Sølvará, Rolf v.fl., tá hann í samband við drápið á Theo van Gogh royndi at billa føroyingum inn, at hesin óndskapurin stavaði frá eini ’avlagaðari tulking’ av islam! Hann sigur: AHer síggja vit ein fanatiskan og ótespiligan trúarligan ørskap, ið ein avlagað trúarlig tulking av islam kann føra til.@  (Dimma 13.05.05). Ein avlagað tulking? Kanska hann meinar við hetta: ATit trúgvandi muslimar, skerið tey vantrúgvandi (t.v.s. ikki-muslimar so sum t.d. Kim!) á háls og høggið ytstu fingraliðir teirra av! Soleiðis skal gerast við tey, sum seta seg upp ímóti Allah og sendiboði hansara Muhammed!@. Surah 8.13) o.s.fr. eru ikki heilt ókendir moldbøkkar frá dagsins § 266b-tolsemis og virðileikans yuppie’arum. Í bløðunum brúkti ein teirra, Niels Uni Dam, orð sum vemmiligt og § 266b-umfataða skoðsmálið: svín og Helvitiseinglakór (sitat) um tey bíbliutrúgvu! Í so máta er hann í góðum selskapi, tí geylandi svartklæddu Allah ak bar-mullah’nir í teimum av Sølvará til himmals róstu moskum heiðinskapsins (Sos. 10.03.08) kalla bæði kristin og jødar eftirkomarar frá apum og svínum!! (Koranin, surah 7.166; 5.60; 2.65). Ingvør Nólsø sigur seg vilja spýggja, meðan tað, ið spýggiligt er, ikki er nakað, ið fær hana at spýggja! Tolsemis-mentanaroddvitin Oddfríður Rasmussen gevur teimum hitt ótrúliga virðiliga og framúr mentaða(!) § 266b-umfataða skoðsmálið: ‘Moralskar krympireyvar’!!! (sitat. Sos. 21.08.07). Blaðkvinnan Anna Ellingsgaard legði líkaleiðis humanistinum og hatara teirra bíbliutrúgvu, Johannes Møllehave (danskur prestur, fyrilestrarhaldari, fleiri ferðir tikin í hjúnarbandsbroti og sum spruttbilistur, sum í samrøðu í donskum sjónvarpi segði seg hava verið jagstraðan av eini demon(!) alt sítt lív!!) væl á veg lag á at geva sínum egnu landsmonnum, teimum bíbliutrúgvu her á landi, sum hann á stutta steðgi sínum ongan kunnleika hevði til - uttan frá Onnu(!), tað skoðsmál, at tey sláa og meinsla “døtur sínar til tær liggja bløðandi á gólvinum” (sitat), ja, standa og oysa hatur og hevndarhuga út yvir samkomuna frá prædikustólum sínum!! (sitat) (Sos. 23.11.04). Og samríkisblaðið Sosialurin prentar slíka evju og haturshetz sum ein danskur útspillari og lygivætti kemur hendaveg at oysa út yvir okkum føroyingar! Fyri ikki at tala um hatursskýraran Jón Elendersen (Dimma 27.04.10, s. 15), ein fyrrverandi vitnandiyuppie-kristin, sum leggur tey, ið royna at draga Shariatjald islams (surah 5.75; 9.30; 19.3-37; 3.25, 88-89, 92; 4.156) til síðis, undir hatur, fyri ikki at siga tvitna skarn Rólant Waag Dam’s, ein fyri heiður og æru totalt blottaður blaðmaður Sosialsins, sum hann tveitti eftir einum skeiði hjá Heimamissiónini fyri menn um dagsins ágang móti hjúnarlagnum, sum hann tvitin kallar “Sexlega í Nesvík”, kryddað við hálvnaknum konufólki og tí, ið verri er, og við blaðstjórans vælsignilsi í eini vamlisligari Klummu í Sosialinum (Sos., Vikuskifti, 09.12.11, síða 2) fekk frítt at fara, meðan andsvar ikki fáa innivist í blaðnum! Guð forbarmi seg fyri eitt skrivifrælsi fyri ikki at siga pressuetik og vanmentan, fyri at brúka eitt pent orð. Og hvør minnist ikki óhorviligu uppviglarahetz Annitu á Fríðriksmørk’s & Co móti hampafólkum í Siðsemisnevndini, bara tí at hesi hoyrdu heima í evangeliska umhvørvinum og tí av tolsemishyklarunum ikki verða hildin at hoyra við til hálovaða ymiskleikan(!) í einum rúmsáttum samfelagi fyri øll - uttan tá tey skulu gjalda skatt til tess at fíggja samfelagsavlagandi politikk flokk Annitusar’s! Ein skammilig gerð av einum polittikara, sum við at stilla upp hevur átikið sær ábyrgdina av at umboða fólkaræði og virðileika mótvegis øllum borgarum landsins.

 

 Og soleiðis kann ein halda á.

 

 So sanniliga er tað ikki heilt við síðuna av, tá nakað verður kallað eitt Amöbiusband@! (eftir týska astronominum August Möbius 1790-1868). Jú, leingi livi hin til himmals hevjaði ymiskleikin, hitt rúmsátta, tolsama - fyri ikki at tala um virðiliga samfelagið fyriøll hjá § 266b-hyklarunum! Hykl er grikskt og merkir sjónleikur! Vit og skil, virðileiki og siðsemi verða skírd fordómar, og tey, ið standa fyri tí, ið rætt og sømiligt er, kallað fundamentalistar í talibanskum týdningi, meðan ein sjálvur samstundis krevur fundamentalhjúnarbandsrættindi til vankyndan livihátt!! Soleiðis spælir falska klaverið!

 

 Hvussu skulu vit sum fólk savnast um at gerast ein fræls tjóð, tá ein glíðibreytargonga fyri og onnur eftir støðugt leggur eftir teimum, ið taka siðaarv okkara og Orð Guðs, ið bygdi hesa tjóð, í álvara, skýra tey bæði líkt og ólíkt, traðka niður hjúnarlagið millum mann og kvinnu, spotta tað, ið heilagt er, og devaluera Orð Guðs, ið hevur verið til slíka signing fyri land og fólk, til orð um Gud fyri ikki at siga eitt lygiverk og við hamara og tong seta kílar í fólkið?

 

 

 

 HÓGVAR NAZISMUNNAR

 

 Manga durkdrivna rangsnúgvan og órein álop á Ísrael hava vit sæð, m.a. av Høgna Hoydal (Dimma 09.01.09, s. 12) og Heina í Skorini (Sos. 08.09.09, s. 12 og 13), men sum antisemittiskur lygismiðjur garðar Hanus framúr (Sos. 05.12.08, 12.12.08, 15.01.09). Hansara jødahezt er so durkdrivin, at ein má leita aftur til nazitíðina til tess at finna nakað líknandi. Apartheid, jødar hava rænt land palestina, Ísrael noktar palestinum sítt egna ríki o.s.fr. Ikki bert hevur hann upphevjað durkdrivna søgufalsan til sannleika, men eisini liggur hann undir fyri panipulatión og óndsinnaðari lygn. Ofrið fyri yvirgangi, Ísrael, verður gjørt til yvirgangskropp! Útrætta friðarhond tess fær onga umtalu yvirhøvur. Úrslitið av veruleikafjara og úrslitaleysa “land-fyri-frið”-politikkinum sóu vit ongantíð so klárt sum aftaná at Ísrael fór úr Gaza. Yvir 8.000 rakettir varð “land fyri frið”-svar palestina, uttan at hetta sigur Hanus & Co nakað sum helst! Ei heldur at palestinski yvirgangurin verður fíggjaður av ST, USA og ES - harímillum Danmark, sum vit eru í ríkisfelagsskapi við! Tó vónandi ikki leingi afturat! Hellinistisku humanistar Ísraels, serstakliga í arbeiðaraflokkinum, seta álit sítt á kriminella klummuskrivaran Barak Hussain Obama (Hussain merkir: Abbasonur Muhammad), ein koruptur islamsleikjari, ið átti at komið fyri rættin fyri at hava avlurtað ríkisleiðarar, sínar egnu vinir, og trýstir Ísrael til enn fleiri óhoyrd einvegisgaldandi ‘indrømmelser’! Eftir einans triðmum árum (1948-51) reisti Marchall-hjálpin ein heilan heimspart, hitt sundursorlaða Evropa (heili 16 lond) aftur á føtur. Síðan Oslo-avtaluna í 1993, t.v.s. í samfull 20 ár, hevur Noreg latið PLO 800 milliónir kr hvørt ár og ES latið 2,5 milliardir kr. hvørt einasta ár, fyri ikki at tala um tað, sum ST og árabisk oljulond lata, umframt hjálpina, Ísrael eisini letur! Kortini eru korini hjá tí vanliga manninum í palestinsku økjunum lítið og onki batnað. Hvar fer peningurin? Tað, sum ikki fer í koruptu lummarnir hjá Abbas og Hamas, fer til fígging av yvirgangi! Ikki bert í Ísrael, men um allan heim! T.d. var Arafat ein av heimsins ríkastu monnum tá hann doyði! Teir, ið valda í lógleysa hundabølinum ST og serstakliga ES fyri ikki at siga Noregi hava blóð á hondum sínum, stuðla miðaldarligum sharia, kúging av kvinnum til at ganga ílætnar sum grýlur á alljósum degi og dráp á samkynd! Sambært Mohammed Dahlan, fyrrverandi trygdarstjóra Abbas, hevur Abbas ongan legimitet millum palestinar flest! Sambært hann er dagsins milliardahjálp bert við til at halda lív í tveimum diktaturum - eitt á Vestara Áarbakka og eitt í Gaza! Hetta nevna Hanus & Co als ikki. Heldur ikki eitt orð um elveiting ella teir uml. 300 trailararnar, ið ísraelar hvønn dag fulllastaðir við mati, byggitilfari, neyðsynjavørum og brennievni koyra inn í Gaza! Heldur ikki nevna teir eitt orð um keypsskálarnar í Gaza, ið standa til at bresta av vørum av øllum handa sløgum, fyri ikki at tala um stuttleikamiðdeplarnir og luksusmatstovurnar!

 

 Ongin vil verða skírdur antisemittur ella jødahatari í dag, so ístaðin sigur ein seg vera ímóti tí, staturin Ísrael ger, tað ein kallar zionisma. Tað ljóðar ógvuliga ‘besnærende’, men er ikki annað enn ljóslivandi rasisma bara í aðrari stúku. Søguligi og andaligi sjónarringur Hanusar er hansara størsti fíggindi. Søgufalsan hansara er grotesk. At tað júst vóru hesi sokallaðu ‘palestinsku’ økini, øki, ið vórðu tillutað jødunum av heimssamfelagnum (Folkeforbundet), men hersett av Jordan (Vestsri Áarbakki) og Egypt (Gaza) í 1948, stýrir Hanus elegant uttanum! Harumframt er hetta gamla, frárænda bíbilska land jødanna, Ísrael, sum varð jarðlagt av rómverjum og rænt av herjandi drápsliðum Muhammads, sum komu langt upp í Spania! Jødarnir hava hvørki rænt ella hertikið so mikið sum ein moldbøkk av palestinskari jørð, men aftur lagt undir seg tað, ikki bert Orð Guðs, men eisini heimssamfelagið tillutaði teimum, sum krígsendurgjald, orsakað av álopskríggjum, Jordan, Sýria og Egypt íbirtu og undranarvert taptu! Var nakar maður í Hanusi, hevði hann heldur lagt eftir terroriserandi hertøku Kina’s av Tibet, blóðhundinum Bashir í Sudan o.s.fr., fyri ikki at tala um etnisku útreinsan teirra sameindu, fólkarættinum og landamørkunum í Evropa aftaná kríggið! Val av keldum, ið hirða ein knív í ryggin á sínum egnu, er heldur ikki at taka feil av. Pappe, ein av landinum rýmdur jødiskur Judas, sum bakvaskar egna land og fólk sítt, er ein. Sanniliga virðiligar keldur at halla seg at hjá einum mentamanni. Ein annar er maskotturin hjá Brynhild Thomsen, Avi Shailm (Dimma 09.01.09), fyri ikki at tala um hin ul­tra­or­to­dok­sa rabinaran Yisroel Dovid Weiss & Co. Hví ikki eisini týða til Quisling til tess at hvíttvaska boykott Noregs av Føroyum í makrelmálinum?! Tað er ræðandi at síggja hvussu nazistiska antisemitisman eisini her á landi stingur hógvarnar undan. Í Svøríki t.d. er so galið blivið, at jødiskir statsborgarar eru farnir at søkja friðskjól (asyl) í egna landi sínum orsakað av hóttanum, ið eru vaksnar í somu ferð sum muslimar fáa høvdið fyri seg, stimbraðir av antijødiska rákinum í svenska samfelagnum yvirhøvur!

 

 Blóðigu illgerðir islams í dag, sum t.d. á Manhattan, London, Madrid, París, Beslan, Argentina, Ísrael, Bagdad, Pakistan, Afganistan, Bali,

 

Algir, Mumbai, Danmark o.s.fr. fáa hvørki Heina í Skorini, Høgna Hoydal, Brynhild Thomsen ella Hanus Kamban at taka pennin. Tvørturímóti ger Hanus sær stóran ómak at hvítvaska antisemittiska fólkamorðshóttandi lúshundin Ahmadinejad (Sos. 05.12.08), skarprættara teirra samkyndu, sum vanæruliga hanga og dingla í arbeiðskranum úti á gøtunum! Hvør skilir slíkt? Tað er ógjørligt. Og hvat við hertøku Kina’s av Tibet? Eru bíligu hentleikarnir ‘Made in China’ alt ov kærkomnir til tess at taka pennin? Og hvat við palestinskaapartheidhegninum um Tempulfjallið? Ella apartheid-hegninum millum Egypt og Gaza? Hví tømast “palestinsku” økini hjá friðardúgvuni Abbas fyri kristin? Fyri fimti árum síðan vóru tey uml. 70% av fólkatalinum í Betlehem, nú eru tey einans 15%! Og talið fellir við rúkandi ferð! Hví letur hin einoygdi anti-ísraelski Miðeysturserfrøðingurin Heini í Skorini eyguni aftur fyri syndarligu støðuni hjá hesum av Abbas terroriseraðu palestinum, sum Oslo-avtalan og heimssamfelagið hava latið í stikkuna? Hetta eru palestinar! Isa Bajalia, sum í 20 ár hevur virkað sum pastor í Ramallah sigur, at í miðal er ein kirkja hvønn einasta mánað vorðin raserað ella niðurbrend í júst teimum londunum, ið framt hava sokallaða árabiska várið, og bert úr Egyptalandi eru uml. 100.000 kristin flýdd síðan sokallaða árabiskavárið í 2012 tók dik á seg. Og hvat við hóttan Iran’s um at holocaust-jarðleggja eitt heilt fólk - jødarnar? Og hvat við eiturgassan Assad av egna fólki sínum? Og hvat við teimum útvið 500.000 gloymdu flóttafólkunum í Vestur-Sahara og minulagda apartheidhegnið mitt ígjøgnum hertikna land teirra? Hví tiga hyklararnir? Aldri sært tú antijødiska harkaliðið nevna hesir sorgarleikir, terror og devilskap við einum einasta orðið. Aldri. Tað kemur ikki fyri. Sum gribbar leggja teir tvørturímóti eftir Ísrael í stríði tess at verja seg móti yvirgangi! Tað er fullkomiliga sjúkligt. Teirra millum vóru Høgni Hoydal (Dimma 09.01.09, s. 12), Brynhild Thomsen (Dimma 09.01.09, s. 16-17), Heini í Skorini (Sos. 08.09.09, s. 12 og 13), Hanus Kamban (Sos. 15.01.09, s. 14-15).

 

 Men Hanus er ikki einsamallur.

 

 Úr hvørjum hyrni rekur á kík. Hann er komin sær upp í gott selskap við øðrum antisemittum so sum pávum, Luther, korupta Heimsráð kirkjunnar, Kirkens Nødhjelp (Noreg), Alheims Reyða Krossi, kommunistum, fasistum, nazistum, Ku Klux Klan, jødahatsku, bíbliu- og søgufalsandi Koranini, Zions vises produkoller, antisemittiska bestseljaranum Wille und Rasse (Vilji og Rasa) hjá Franz Schattenfroh (Wien), Göring, Hitler, Stalin, Saddam Husain, Arafat, Bobby Fisher, Mikis Teodorakis, Hugo Chávez, Amedinejad og teirra líkum. Fyri 20 øldum síðan skuldsetti ein annar rithøvundur, griksk-egyptiski rithøvundurin Apion, jødarnar fyri at ofra grikkar í Templi sínum í Jerusalem! Blaðmaðurin og arvtakari Göbbels í jødahatri, sviin Donald Boström veit at siga, at ísraelar drepa palestinar og selja gøgnini!! (Aftonbladet 18.08.09). Tað er sum at hoyra heidnu, jødahatsku skrálini úr teimum av Sølvará í Sosialinum 10.03.08 til himmals róstu moskum islams! Álopini eru so mong, at illa fæst tølur á. Teir mest durkdrivnu jødahatararnir finnur ein millum vesturlendskar akademikarar, blaðfólk, listafólk og rithøvundar. T.d. hevur á fyrsta sinni nakrantíð Studies Association í USA viðtikið at boikotta eitt land. Gita hvat tað er fyri eitt land? Kina, sum hevur hersett og jarðlagt Tibet? Iran, sum stuðlar yvirgangsbólkum um allan heim, lovar fólkamorð við at javna Ísrael við jørðina, hóttir heimsfriðin við sínum atomætlanum og heingir tey samkyndu úti á gøtum sínum? Libya við sínum sharia fyri ikki at tala um Saudi-Árabia sum blæsur á mannarættindini, kúgar kvinnur og høggur hendur og føtur av fólki? Sýria, sum hópmyrðir síni egnu við eiturgassi? Nei, so langt ífrá! Teir valdu at boykotta Ísrael!

 

 Blindaður av bíbliufobismu, antisemittiskum skamlopi, eitraðari islamiskari lygipropaganda, jødahatskum heilatvátti og durkdrivnari veruleikareingjan og søgufalsan noktar ein fyri at tað eru muslimar sjálvir, væl hjálptir av antisemittum, kommunistum, facistum og nazistum sum skaptu sionismuna t.v.s. heimlongsul jødanna til Zion, Stað Guðs, og fylt hava landið við jødiskum flóttarfólki, uml. 1 millión flóttafólk, ein sjálvur rak á dyr!!

 

 Eitt er at vera sørur í søgu, tað kann fyrigevast, men tá fólk ikki hava annað at taka sær til enn at leita eftir rekaviði í eitraðu suggu antisemitismunnar til at leggja á antijødiska bálið, tá er ljósið fullkomiliga slóknað.

 

 

 

 TRÆNUR OG TISTIL

 

 Nógv ímillum norska yrkjaran og hámentamannin Henrik Wergeland (1807-1845), sum m.a. skrivaði hjartanemandi yrkingina ”Juleaften” um syrgjuligu lagnuna hjá einum miskunnarsomum jøda, og manniliga stríddist ímóti vanæruligu, antisemittisku grundlóg Norges frá 1814, ið setti einans einum av øllum heimsins fólkasløgum forboð ímóti at búleikast í Noregi - jødunum!! Á slíka rasistiska antisemitismu varð Noreg grundað!

 

 Hetta stendur teimum, ið skrivaðu grundlóg Noregs, til æviga skomm. Vegna skomm skyld varð hetta tó seinni broytt, men síðan hevur leiðsla arbeiðararørslunnar og polittiska vinstravongsins við arbeiðaraflokkinum á odda verið mest durkdrivnu antisemittar frælsa heimsins. Jens Stoltenberg og uttanríkisráðiharri hansara Jonas Garh Støre vóru teir fyrstu, ið viðurkendu og síðan við milliónaupphæddum hava stuðlað yvirgangsfelagsskapin Hamas! Hesir menn, ið hava sakleyst blóð á sínum hondum, undra seg yvir blóðigu illgerðir Breiviks uttan at gáa eftir, at sum ein sjálvur sáar, so skal ein eisini heysta! Set epli niður og tú fært epli uppaftur! Óhugnaliga yvirgangin móti Ísrael, sum teir veittu stuðul til gjøgnum Hamas, heystaðu teir sjálvir ávøksturin av 20. juli 2011. Av berari landaskomm yvir at hava fostrað ein slíkan yvirgangskropp sum Breivik, veit ein ikki annað enn at vaska sær hendurnar við bíbilskum orðum um at møta óndskapi við kærleika, samstundis sum ein við hondum og klóm ikki vil vita av Honum, ið lærdi hetta, er á tremur við jødahatri og fyllir yvirgangskroppar sum Abbas og Hamas við milliónum í stuðli, so at teir kunnu halda á við at myrða sakleys jødisk børn og verjuleysar kvinnur! Jú, leingi livi fareseisman og móður hennara - hyklið!

 

 Hóast ræðuleikarnir, teir upplivdu 20.07.11, heldur AUF (ungdómsfelag arbeiðara-floksins, hvørs felagar Breivik myrdi frá hond úti á Utøya) á við at stuðla palestinska yvirganginum móti sakleysum sivilfólki í Ísrael. Úti á Facebook skrivaðu teir - uttan at hetta fekk lógligar fylgjur: “Jævla jødehorer, skulle ønske Hitler kunne kommet tilbake og dusjet dere litt mer”!!! (sitat). Onnur løgdu afturat, at jødar áttu at verðið brendir!! Vit tosa um Noreg 2013!! Sjálvt ein virkin AP-polittikari luttók í jødahetzini við at ynskja teimum “held og lykke”!! Tá gróðrarbotnurin í einum polittiskum flokki veruliga kann fostra slíkar lúshundar, hví so ikki eisini ein sum Breivik? Hann framdi bert sama devilskap móti teirra egnu, sum teir sjálvir ynskja jødunum! Jødahatski norski arbeiðaraflokkurin stóð faddur til terrorelvandi Oslo(ó)friðaravtaluna, trojanski hestur Arafats, millum hellinistisku gudloysingar ísraelska arbeiðarafloksins Peres og Rabin og blóðhundin Arafat, ið kostað hevur sakleysum jødum í túsundatali løstir og lív og gjørdi tað neyðugt hjá eftirmonnum teirra at reisa ein múr mitt ígjøgnum Ísrael fyri at verja seg móti barbarum og yvirgangi, sum Arafat fór heim og helt áfram við sum ongantíð áður, tí hann sá, at tað bara var yvirgangur, ið gav úrslit!

 

 Peres og Rabin eru skammiliga farnir í søguna sum Ísraels Chamberlain! Oslo-avtalan er sjálvmál Peres’ og Rabin’s og ein háðan bæði móti Guði, líðandi ísraelska fólkinum og alheimssamfelagnum (Folkeforbundet), ið tillutaðu jødunum landið! Kåre Willock, fyrrverandi forsætisráðharri Noregs, hevur verið og er ein hin mest skammiligi antisemitturin heimurin hevur sæð, fyri ikki at tala um hin til islam korverteraða norska jødahataran Trond Ali Linstad, sum í 2012 kom á áttanda pláss hjá Wie­sent­hal-stovnsins lista yvir «heimsins tíggju ringastu anti­se­mit­tar og Ís­rael-ha­tarar». Norsku professararnir Johan Galting og Ola Tunander eru so illa grundaðir, at teir ikki aftra seg við at siga at tað var Ísrael, ið stóð aftanfyri 22. juli yvirgangsatsóknina í Oslo og á Utøya og at jødarnir bert kunnu takka sær sjálvum fyri Holocaust!!

 

 Noreg hevur tó fostrað virðiligari menn. Kong Hákun VII segði: ”Det eneste som kan redde verden ut av vanskeligheter og alt det onde, er å vende tilbake til den gammeldagse kristendom med de gamle kristne verdier, som må gjennomsyre et folk hvis vår kultur skal bestå.”

 

 Ein er enntá farin so langt at strika Guð úr grundlógini og ríkisvápnamerki Noregs á løgreglubilum landsins orsakað av tess krossi! Eisini hava røddir í arbeiðararørsluni og arbeiðaraflokkinum leingi kravt at strika krossin úr norska flagginum! Og nú noktar ein eisini arbeiðsfólki í norska sjónvarpinum at bera smúkkukrossar um hálsin, meðan ein rennur á leistum fyri muslimar sum møta upp við sínum heidnu krøvum í almenna rúminum. Tó skal sigast, at ein ávís vend er komin í síðan bláa stýrið kom framat, við tað at 21 felagsskapir, trúarsamfeløg, fjølmiðlar og kend fólk vegna Noreg hava biðið Ísrael um umbering fyri destruktivu Oslo-avtaluna, teir stóðu fadrar til og hevur kostað so mongum ósekum ísraelum løstir og lív.

 

 Sama avkristnandi trongd ger seg eisini galdandi her hjá okkum við serstakliga Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum á odda, ið tikið hava til sín antisemitismu og gudsavnoktandi, kommunistiska sangin Internationale, og meir og meir hava ilt við at syngja tjóðsang okkara, serstakliga triðja ørindi, ið lagt verður burturúr, tí tað er ein stórsligin játtan og fagnaður av Guði, og í antikristiligu, samfelagsskaðiligu ørsku síni renna á leistum til tess at niðurgera og vanvirða hjúnarlagið.

 

 Tað er fullkomiliga komið kukk í teirra fatan av borgararættindum, líkastilling, ymiskleika, tolsemi, siðsemi, virðing og hinum rúmliga samfelagnum fyri øll.

 

 Har gerst alsamt minni og minni pláss fyri teimum bíbliutrúgvu!