Næstseinasta hósmorgun løgdu tíggju mans leiðina til Hetlands við skúlaskipinum Draganum. Hetta var triðju ferð, Dragin gjørdi hendan túrin, og hesuferð vóru tað sum vera man eisini Oyggjaleikirnir, sum lokkaðu. Dánjal Jákup Hansen, var einasti av manningin, sum ikki hevði roynt túrin fyrr.
- Einaferð í vár bað eg skiparin á Draganum, Hans Eli Hansen, hava meg í huga næstu ferð, teir gjørdu ein slíkan túr. Tíbetur hevði hann ikki gloymt meg, tí túrurin gjørdit eitt tað størsta upplivilsi, eg havi havt, sigur Dánjal Jákup.
Serligur bátastemningur
Veðrið var framúr gott allan vegin, so Dragin silgdi við fullum seglum heilt inn í Yellssundið í Hetlandi. Teir løgdu fyrst at í Lerwick, har setanin av Oyggjaleikinum varð hildin. Í Lerwick legðist Dragin eisini afturat einum sera stórum bátafylgi, sum taldi ikki færri enn 44 bátar. Stemningurin var avbera hugnaligur, og skjótt var nógv gongd millum bátarnir, har fólk vitjaðu umborð hjá hvørjumøðrum. Onkur av bátunum fekk skjótt skipað fyri felags busstúrum til ymsu ítróttarkappingarnar. Seinni fingu bátarnir eisini vitjan av nógvum ítróttarfólkum, sum luttóku á leikunum.
Umborð á Draganum høvdu teir eisini sett sær fyri at vitja lítlu bygdina Aith. Rættiliga nógv samband hevur verið millum róðrafeløgini í Aith og Klaksvík seinnu árini, at tað fekk manningin umborð á Draganum eisini at merkja.
- Tað tóktist, sum at hvør maður var farin frá húsum at taka ímóti okkum, tá vit løgdu at. Tað var heilt ótrúligt, so fús tey vóru at hjálpa til við øllum møguligum. Tað var líka við, at vit kendu okkum, sum burturvilsti sonurin, sum var komin afturíaftur, sigur Dánjal Jákup.
Havrenningur tók ímóti
Á veg til Aith, frættist, at áttamannafarið Havrenningur hevði biðið um hjálp. Fýra mans høvdu sum kunnugt sett sær fyri at rógva úr Føroyum til Hetland við Havrenningi, men 18 fjórðingar úr landi í Hetlandi valdu teir at gevast, orsakað av vánaligum veðri. Dragin hevði havt samband við Havrenning á veg til Hetlands og høvdu millum annað bjóðað teimum fýra monnunum feska súpan.
- Avtalan var, at vit skuldu sigla ímóti Havrenningi, tá teir nærkaðust Hetland. Men tá avtornaði, var tað manningin á Havrenningin, sum tók ímóti okkum í Aith. Gamaní, teir manglaðu nakrar fjórðingar, men í mínum eygum kláraðu teir túrin, sigur Dánjal Jákup avgjørdur.
Sum skilst, gjørdi manningin á Havrenningi av at geva róðrarfelagnum í Aith áttamannfarið eftir túrin, sum enn eitt tekin um serliga vinarlagi millum bygdafólkið í Aith og Klaksvík.
Dragin fór úr aftur Hetlandi leygarmorgunin. Veðrið var aftur uppá allar mátar til vildar, so aftur hesuferð silgdu teir við fullum seglum og vóru á Klaksvík sunnumorgunim.
Tað er nakað heilt serligt at sigla við seglum, tí baturin liggur so róligur í sjógvinum. Nakað annað, sum er serliga hugtakandi við einum slíkum túri, er, tað nyttar onkin at blíva stressaður, tí umborð á einum seglskipi taka tingini ta tíð, tey nú einaferð taka. Ein sovorðin túrir er veruliga balsam fyri sinn og sál, sigur ein væl nøgdur Dánjal Jákup