Sum at spæla á heimavølli

Tað sigur Sóley Danielsen, sjónleikari, um ólavsøkuna.

 

Hvønn leiklut heldur tú at ólavsøkan hevur í okkara samfelag?

- Tað er okkara tjóðarhátíð og ein heiðran av okkara søgu, mál og mentan, og alt tað, ið bindur okkum saman sum tjóð.

 

Hvat hevur ólavsøkan at siga fyri teg?

-  Ólavsøkan fyri meg snýr seg fyrst og fremst um familjuhugna, vinfólk og at njóta alt tað góða, sum føroyski mentanarpallurin hevur at bjóða.

 

Hvat er tað besta við ólavsøku?

- Ólavsøkustemningurin! At fara í føroysk klæðir, ganga oman og niðan eftir Áarvegnum, vitja familju, síggja vinfólk og fáa ein góðan bita. Fara til listaframsýningar, sjónleik, midnáttarsangin og føroyskan dans.

 

Hvat er minni gott við ólavsøku?

-  Nú eri eg Havnafólk við stórum H, so eg elski ólavsøkuna! Tað er sum at spæla á heimavølli.

 

Hvussu fert tú at halda ólavsøku í ár?

- Hetta verður heilt sikkurt tann besta ólavsøkan nakrantíð!  Í ár eri eg so heppin at spæla við í einum genialum og stuttligum sjónleiki sum eitur Shakespeare – tey føroysku verkini. Hans Tórgarð hevur leikstjórnað og Gunnvá Zachariasen og Kristina Sørensen Ougaard spæla saman við mær. Tað er sjálvandi hæddarpuktið í ár. Kom og skála við Shakespeare í Perluni á Tórsgøtu, tað verður gott!