Jú hetta er prógvað í londunum rundanum okkum, og svarið er gerandis-rehabilitering. Í Fredericia hava tey roynt hetta síðani 2008, og lesast kann meira um tað á: HYPERLINK "http://www.fredericiakommune.dk/EgetLiv/topmenu/forside/" www.fredericiakommune.dk/EgetLiv/topmenu/forside/
Umboð fyri Ergoterapeutfelagið hava verið til tað árliga Nordic Forum fyri formenn og næstformenn úr norðurlendsku Ergoterapeutfeløgunum, hesaferð í Reykjavík. Hetta gevur okkum gott innlit í, hvat gongur fyri seg í londunum rundanum okkum, tá vit tosa um møguleikar og rættindi hjá øllum borgarum at liva eitt virkið lív, hóast niðursettar førleikar vegna sjúku ella brek.
Rehabilitering er ikki eitt nýtt fyribrigidi her hjá okkum, og tað er fleiri ferðir varpa ljós á evnið, men enn verður tað ikki útint í verki.
Endamálið við gerandis-rehabilitering er at økja um førleikarnar hjá borgaranum, so hann kann klára meira sjálvur. Tað verður gjørt við at bjóða venjing áðrenn varuga hjálp. Hetta gevur borgaranum øktan lívskvalitet, samstundis sum pengar verða spardir. Og tá vit tosa um venjing, er tað ikki einans kropsliga venjing, men eisini venjing í at útinna dagligar uppgávur, sum hava týdning fyri tann einstaka borgaran. Eitt dømi, har gerandis-rehabilitering kann útinnast í verki, er tá borgarin ella avvarðandi seta seg í samband við Heimatænastuna fyri at fáa heimahjálp, tí borgarin ikki maktar gerandisdagin sjálvur.
Í dag ber til hjá eldri at fáa heimahjálp (varuga hálp) og so er næsta stigið at koma á røktarheim, sum er ein sera dýr loysn fyri samfelagið. Heimatænastan kann í dag ikki bjóða at stuðla einum eldri fólki í at vera virkin í egnum heimi. Eitt dømi er, at heimahjálpin ikki hevur møguleika fyri at keypa inn og gera mat saman við borgaranum, men døgurðin kemur útifrá, og annar matur verður býlagdur í handlinum. Hetta má metast at vera varug hjálp, tí her er eingin venjing í tilboðnum, sum kann gera, at borgarin verður sjálvstøðugur aftur. Harafturímóti ger hendan varuga hjálpin borgaran passivan, og í longdini missir hann teir førleikar, sum skulu til fyri at klára gerandisdagin, og fær hann tørv á enn meira hjálp og verður harvið eisini dýrari fyri samfelagið í nógv ár.
Sjálvandi skal borgarin hava varuga hjálp, tá tørvur er á hesum, men tað hevur týdning at bjóða venjing áðrenn. Tað er júst her pengarnir eru spardir og borgarin fær økta lívsgóðsku. Men tað krevur, at tað verður hugsað øðrvísi í tænastunum til eldri, enn tað verður í dag. Um gerandis-rehabilitering skal útinnast í verki, krevur tað at arbeitt verður tvørfakliga í øllum liðum í skipanini, eisini á leiðslustigi.
Og gerandis-rehabilitering snýr seg sum nevndt ikki einans um spardan pening, men um at øll í hesum samfelagnum hava rætt til at liva eitt virkið lív hóast niðursettar førleikar vegna sjúku ella brek. Øll hava eisini rætt til at vera við til at avgera, hvat er eitt gott lív fyri tey, so tey “sum longst kunnu vera í egnum lívi”. Og hendan rættin kann tann føroyska skipanin ikki tryggja borgaranum í løtuni.
Niðurstøðan má vera, at tað ber til at fáa meira fyri minni. Men tað krevur nýhugsan.