1. Jákup Mikkelsen, Molde BK
Hevði til hendan dystin vunnið sær troyggjuna við eitt-talinum aftur, og hóast talan gjørdist um tap, so kann tað á ongan hátt lastast málverjanum. Var fullkomuliga uttan møguleika við teimum báðum litavisku málunum, og tá Føroyar royndu at trýsta í seinna hálvleiki, var hann við tveimum framúrskarandi bjargingum garanturin fyri, at bogin ikki varð spentur ov høgt.
2. Óli Johannesen, TB
Hóast liðskiparin fyrstu trý korterini var millum teir frægastu á føroyska liðnum, so megnaði hann ongan tíð at rópa viðleikararnar upp. Heldur ikki tóktist hann hava stórvegis hepni við at tosa jugoslaviska dómaran til rættis. Eins og viðleikararnir, so mentist eisini Óli eftir steðgin. Ikki minst skapti tað tyngd og brodd í føroyska spælið, tá hann varð fluttur niðan á miðjuna seinastu løtuna.
3. Jens Kristian Hansen, B36
Byrjaði dystin beinleiðis illa, og ferð eftir ferð var hann um ein háls, tá vælvaksni Poskus leitaði út í borðini eftir longum sendingum. Gjørdi fleiri fríspørk í keðiligum støðum í borðinum, og ofta vóru sendingarnar niðan eftir uttan adressu. Seinna hálvleik var avrik hansara tó millum tey bestu á føroyska liðnum. Tók sera aktivan lut í uppspælinum saman við systkinabarninum av Toftum, tá vandastøður skuldu skapast, og var soleiðis ein týðandi partur í føroyska trýstinum, sum var seinasta korterið.
4. Pól Thorsteinsson, NSÍ
Stríddist manniliga í fyrra hálvleiki, hóast hann heldur ikki var so eyðsýndur sum vant. Við kvikleika sínum vann hann fleiri ferðir bóltar, sum vórðu prikaðir inn um verjuna, men í uppspælinum gjørdi hann millum lítið og einki annað enn at sparka niðaneftir. Hevði ein lítlan skaða í lærkrikanum, sum viðførdi, at hann ikki tók so nógv lut í spælinum niðan á vøllin seinna partin av dystinum, og útskiftingin tóktist náttúrlig fyri at fáa meira ferð á í borðunum.
5. Jón Rói Jacobsen, HB
Var uttan iva besti føroyski útileikarin í Kaunas. Var mest sum tann einasti á liðnum, sum tað glógvaði í fyri steðgin, og tað má sigast at vera imponerandi, tá hugsað verður um, at talan er um yngsta mannin í hópinum. Eftir steðgin var hann kanska ikki eins nógv í fokus, men tað var stór ábyrgd at leggja á herðarnar, tá Óli Johannesen varð fluttur niðan, men eisini hetta megnaði miðverjin at taka á seg, og ikki minst var stuttligt at síggja, hvussu væl og rutinerað hann setti rangstøðufelluna, sum litaviski álopsmenninir ferð eftir ferð runnu seg í.
6. Øssur Hansen, B68
Fekk sín 50. dyst á landsliðnum, men í hvussu so er man fyrri hálvleikur vera ein av teimum, sum hann helst vil gloyma. Kom ongan tíð fram við beinleiðis mótstøðumanni sínum, og fekk tí ikki skapt tað stóra. Royndi ofta at leita inn á vøllin at styrkja um føroyska miðvøllin, men hetta kostaði hinvegin í borðinum. Eftir steðgin var hann tó sera eyðsýndur, og var hann ein náttúrligur partur av mest sum øllum tí, sum gekk fyri seg í hansara síðu, tá brótast skuldi ígjøgnum og kjansir skuldu skapast.
7. Fróði Benjaminsen, B68
Uttan iva var leygardagurin svartasta landsliðsminnið, sum Fróði hevur. Fyri tað allar mesta vildi einki eydnast hjá honum, og vanligi viljin til at seta seg ígjøgnum var sjáldan til staðar. At landsliðsvenjarin ikki tók hann av vøllinum sýnir hinvegin, at stórt álit verður sett á toftamannin, og tí verður hann heilt víst millum teir fyrstu ellivu mikudagin, og tað man eisini vera heilt víst, at avrikið fer at verða munandi betri til ta tíð.
8. Julian Johnsson, B36
Tað er sjáldan, at Julian verður settur beinleiðis upp á pláss, men tað varð hann hesaferð. Fyri tað mesta arbeiddu mótstøðumenninir eins hart, sum vanligi miðvallarmotorurin hjá okkum ger, og kropsliga varð eisini hann matchaður. Hevði eisini sera trupult við at gerast ein náttúrligur partur av spælinum, og at hann slapp undir brúsuna eitt korter áðrenn flestu av liðfeløgunum sigur eisini nakað um, at hetta ikki var hansara dagur.
9. Jákup á Borg, B36
Var ivasamur undan dystinum, og tóktist eisini at hava stórar trupulleikar av fótfima Mikaljunas, tá hesin setti ferð á í borðinum. Fekk millum lítið og einki burturúr fyrstu tríggjar fjórðingarnar av dystinum, men seinastu løtuna sýndi hann tó nakrar av teimum dygdunum, sum hann hevur. Gjørdist alt meira altráður eftir at sleppa við í spælið, men skal hann framyvir sita eins fast á plássinum, sum hann hevur gjørt seinastu tíðina, so er neyðugt, at góðu løturnar verða longri enn hesaferð.
10. John Petersen, B36
Hevði í fyrra hálvleiki mest sum ómøguligar arbeiðsumstøður, tí stuðulin av miðvøllinum var at kalla eingin, og tað ger, at avrikið hesa løtuna mest sum ikki kann metast, tó at hann ta einu ferðina mundi lagt Føroyar á odda eftir gott einmansavrik. Var tó partur av nógvum seinastu løtuna av dystinum, tá hann fleiri ferðir var beinleiðis óheppin ikki at skora, og vísti seg sum klárt vandamiklasta leikaran, sum landsliðið eigur í løtuni.
11. Christian Høgni Jacobsen, Vejle
Var kanska tann av føroysku spælarunum, sum hevði størstu trupulleikarnar av kroppssterku mótstøðumonnunum. Sum leikari er hann ikki typan, sum kann liggja einsamallur á toppinum, og tá stuðulin frá miðvøllinum var somikið lítil, fekk hann millum lítið og einki gjørt, og útskiftingin av honum tóktist náttúrlig.
13. Jóhannis Joensen, HB
Fekk seinasta góða korterið á høgra bakki, og var hesa løtuna við í sera nógvum av tí, sum føroyska liðið skapti. Kanska var talan um eitt gott tíðspunkt at koma inn, tí føroyska liðið nú hevði vunnið sær yvirvág, men avrikið hjá Jóhannis var avgjørt við til at broyta hesa yvirvág til eitt satt trýst, tá hann ferð eftir ferð leitaði niðan í borðini, og eisini var hann í fleiri førum inni í brotsteiginum, tá bóltarnir vórðu sendir inn.
15. Andrew av Fløtum, HB
Kom inn fyri Christian Høgna, tá hálvur tími var eftir, og føroyska álopinum tørvaði meira styrki. Kom hampuliga skjótt væl við í føroyska spælið, og sýndi eisini neyðuga dirvið til at royna at sleppa framvið mótstøðumonnum. Tað dregur avgjørt niður, at hann fyrst fekk eitt býttisligt gult kort og síðani mundi fingið reytt, men kunnu hesar ónollurnar fáast burtur, er hann uttan iva eitt veruligt alternativ til føroysku álopssessirnar.
17. Rógvi Jacobsen, HB
Kom inn fyri Julian Johnsson á miðvøllinum, og tó at tað var ein trupul uppgáva, so kom hann væl við í spælið. Royndi støðugt at flyta bóltin runt á vøllinum, so trýstið kundi haldast, og hetta eydnaðist eisini í stóran mun. Málmøguleikin, sum hann fekk í dystinum, var tó av slíkum slag, at hann SKAL sita, og ivaleyst verður hetta tyngsta minnið hjá Rógva frá dystinum, men í aðrar mátar hevði hann einki skammast um. Heldur tvørtur ímóti.