Nýggj fløga
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
-Tá hugsað verður um, hvussu nógvar fløgur verða givnar út í Føroyum árliga, so havi eg av og á umhugsað, at skuldi møguleikin einaferð verið til staðar, so vildi eg geva mítt íkast til føroyska fløgumarknaðin, eitt alternativ til hinar góðu fløgurnar, sum annars koma út sigur Hjalti og vísir á, at í Føroyum koma, í mun til fólkatalið, ótrúliga nógvar góðar fløgur út, og hann heldur tað vera undrunarvert at hoyra, hvussu nógvar góðar tónleikarar vit hava.
Útlendsk løg í føroyskum búna.
Sjálvur hevur hann í nógv ár havt eitt ítriv, sum hevur við tónleik at gera, og í tí sambandi hevur hann eisini roynt at yrkja og seta løg til hesar yrkingar. Harumframt sigur hann seg hava roynt at umseta (umskriva) útlendskar sangir til føroyskt.
-Tá eg fann útav, at eg hevði nokk av tilfari til eina fløgu, hugsaði eg við mær sjálvum, at nú var tíðin komin til at royna eina fløguútgávu. Eg setti meg í samband við Finnur Hansen, útvarpsteknikara, og spurdi hann, um hann vildi produsera eina fløgu fyri meg. Tíbetur játtaði hann, og nú er fløgan so veruleiki við eini blanding av egnum verkum (5) umframt útlendskum løgum í føroyskum búna (9) 14 løg íalt.
Við á fløguni er eisini nógv spælda lagið Silvurbrúðarvalsurin, sum Ísak N. Jacobsen so hegnisliga hevur føroyskað. Hetta lagið varð innspælt í Útvarpi Føroya tann 21/2 1994 av bólkinum Pauli og vinmenn í sambandi við tónleikasendingina Á tónatingi, sum Elis Poulsen skipaði fyri, men varð tó ongantíð givið út á fløgu.
Hjalti sigur, at tað at tulka t.d. Jim Reeves, Vikingarna ella Keld Heick á føroyskum máli, saman við góðum føroyskum tónleikarum, er ein sera áhugaverd avbjóðing, og tá hann nú avgjørdi at innspæla eina fløgu, var tað heilt sjálvsagt, at ein partur av innihaldinum á fløguni eisini skuldi vera onkur góður gamal útlendskur slagari í føroyskum búna.
Innihaldið á fløguni er ein blandingur av dansibands-countrytónleiki og harmoniku-tónleiki. Við stórari hjálp frá Kristian Blak og Michael Reveal eydnaðist tað at fáa øll loyvi viðvíkjandi upphavsrættindum til tey útlendsku løgini upp pláss.
Tað er TUTL, sum gevur fløguna út, og hevur Jóannes Jakobsen staðið fyri margfalding av fløguni og húsanum.
Allir 14 sangirnir á fløguni hjá Hjalta eru á føroyskum máli.
Finnur Hansen, útvarpsteknikari, hevur sum framleitt fløguna.
Tónleikarar eru:
Hjalti Skaalum: Sang
Rógvu á Rógvu: Trummur
Ólavur Øster: El-guitar og akuststiskan guitar
Arnold Ludvig: El-bass og akustiskan bass
Jákup Zachariassen: El-guitar, akustiskan guitar og steel-guitar
Finnur Hansen: Kór, harmonika, floyta, klaver ljómborð
Akustiskan guitar, mandolin og ásláttur
Torkil Johannesen: Kór
Malan Thomsen: Kór
Hans Petur í Brekku: Saxofon
Dávur Magnussen: Trombone
Ólavur Olsen: Trompet
Regin Jacobsen: Harmonika og saxofon
Pauli Jacobsen: Harmonika
Óli Jacobsen: Harmonika
Teir, sum mannaðu Pauli og vinmenn, vóru:
Á harmoniku: Pauli Jacobsen, Óli Jacobsen og Johannes Simonsen
Bass: Óli Petersen
Guitar: Ísak N. Jacobsen
Guitar og sang: Hjalti Skaalum
(Lesið samrøðu við Hjalta um hansara tónleikalív í Vikuskiftisblaðnum)