Sum títt svørð er hvast,
sum tín hond er hørð;
sum tú tekur fast
um tey broysknu kør.
Myrk er mín rødd
og mín hond er køld;
brotnar harða stál
hokna hægstu vøld.
Er einki ið blíðkar
títt grima brá;
er eingin linni
eru eingi ráð?
Er myrk mín ásjón
er hart mítt mál,
hygg fast í mítt eyga
hygg beint í mítt stál.
Veri sál tín trygg
veri lund tín kvirr;
kom við mær og grynn
har tú ei grynti fyrr.
Faftra ei, fylg mær
á sorgar botn;
nert við mítt gler
og mítt harða horn.
Nert við mítt stál
og mín kalda serk;
far so um tú orkar
til dagsins verk.
Set so um tú orkar
nýggj fræ í mold;
kanska hoyrist ein sangur
kanska grønkar ein fold.
Kanska leikar har spølið
hitt eyma kind;
kanska stinnari bak
ber mín harða vind.
Kanska leggur tú stokkar
á gamalt grót;
vita: sorgar smyrsl
veita seina bót.
Myrkt er mítt mál
og mín hond er køld;
brotnar harða stál
hokna hægstu vøld.
Hanus Kamban