– Sum tannáringur fjeppaðist eg mest við amerikanskt glam

Tónleikarin í heita stólinum hjá Sosialinum: Edmund Jacobsen

Hvørjum lurtar tú eftir fyri tíðina?

 

– Har koyra nøkur løg sum “heavy rotation” hjá mær beint nú: DAD við “The Ghost”, Evergray við “Falling From The Sun”, Royal Republic við “Love Cop”, Saxon við “Madame Guillotine”. Hesum lurti eg eftir so at siga hvønn dag fyri tíðina. Og sjálvandi “Blind Vej” við Duopol.

 

Hvørjum lurtaði tú mest eftir fyri sum heilt ungur? 

 

– Deep Purple “Machine Head” sum smádrongur. Sum tannáringur fjeppaðist eg mest við amerikanskt glam - ella “hair metal”. Tá vóru tað bólkar sum WASP, Ratt, Van Halen og ikki at forgloyma, Mötley Crüe.

 

Hvønn sang kanst tú hoyra umaftur og umaftur, uttan at blíva troyttur av honum?

 

– “Slave To Love” við Bryan Ferry.

 

Er nøkur útgáva, sum tú heldur vera serliga góða?

 

– Uha… Har eru fleiri! ”Taxi” við Bryan Ferry, “Appetite For Destruction” við Guns n’ Roses, “Under Lock And Key” við Dokken. Har eru nógvar, og eg veit, at eg havi gloymt okkurt her.

 

Hvønn sang vildi tú ynskt, tú sjálvur hevði gjørt?

 

– “Killed By Death” við Motorhead. Tað lagið ER rock n’ roll!

 

(Sosialurin - spurningarnir eru settir í juni)

 

LES EISINI: – Góðar plátur kunnu samanberast við eina trírættaða matstkrá