2. deild
Sumbingar eru framvegis á odda í aðru deild, men nú er av álvara farið at sansa at. Næsti javnleikurin upp í slag varð veruleiki á norðoyastevnu, og munurin til FSV á øðrum plássi er nú eittans stig.
Truplar umstøður
Vánaligu veðurlíkindini gjørdu sítt til, at tað gjørdist ein heldur linligur norðoystevnudystur, tá Sumba vitjaði í Klaksvík. Ilt var at fáa nakað skipað fótbóltsspæl í lag, og yvirhøvur tóktist tað hjá leikarunum at ráða meira um at sparka, heldur enn at spæla eftir jørð, sum aloftast er tað skilabesta í slíkum veðrið.
Veðrið hevði eisini ein fingur við í spælinum, tá sumbingar í fyrra hálvleiki løgdu seg á odda. Dánjal Joensen kom ígjøgnum í síðuni, men tá hann skuldi senda innfyri, varð bólturin tikin beina kós móti málinum, uttan at málverjin hevði nakran møguleika at verja fyri.
Sumbingar høvdu eisini aðrar møguleikar í fyrra hálvleiki, tá teir høvdu vindin við sær, men meira enn hetta eina málið fingu teir ikki, og tað var ov lítið at tryggja teimum sigurin.
Tað eydnaðist nevnliga KÍ at javna, tá eitt útspark frá Sumba-verjuni endaði í vindinum. Marisu N. Hansen kom at standa púrasta leysur, og hann takkaði fyri við at smekka bóltin í meskarnar. Altso eitt vind-mál í part til liðini, og sum so
Næsta liðið kemur
Sum nevnt, so er Sumba framvegis á odda í deildini, og enn eru teir sum einasta lið ósigraðir.
Men javnleikir eru ikki nóg mikið í longdini. Komandi vikuskifti kemur LÍF á vitjan, og tá skal talan helst verða um trý stig, um oddasessurin framvegis skal varveitast. KÍ tekur ímóti vágamonnum, og so er spurningurin, hvørt teir eisini megna at taka stig frá teimum.
KÍ og Sumba býttu stigini, tá tey leygardagin spældu norðoyastevnudystin
KÍ-Sumba 1-1 (0-1)
0-1: Dánjal Johan Joensen
1-1: Marius Nystrøm Hansen