Sumbingar sannførandi

Sumbingar løgdu jóansøkuaftan alin afturat møguleikanum at vera við í stríðnum um plássið, sum ber við sær endaspæl um eitt pláss í bestu deildini

B68 vitjaði á Krossinum. Toftamenn hava tað eins torført, sum teir hava havt tað hinar ferðirnar, tá ið næstbesta liðið hjá teimum hevur roynt seg í næstbestu deildini. Higartil hava teir bara fingið eitt stig, og leygardagin versnaði frammanundan vánaligi málmunurin nógv. Sumba vann 5?0.
Dánjal D. Joensen skoraði einasta málið í 1. hálvleiki. Í 25. minutti smekkaði hann fríspark í meskarnar aftanfyri MortanHansen.
Eftir steðgin var munurin á liðunum meiri sjónskur. Sumba økti til 2?0, tá ið 2. hálvleikur var fýra minuttir gamalur, teir fingu aftur mál í 67. og 68. minutti, og eitt korter undan dystarenda staðfestu teir rimmar sigurin. Sonne Kjærbo skoraði til 2?0, Eirikur Joensen til 3?0, spælandi venjarin, Robert Cieslewicz, sum beinanvegin eftir steðgin loysti Berg Djurhuus av, økti til 4?0, og René Thomsen fekk síðsta málið.
Í 2. hálvleiki kom tað næstan ikki fyri, at B68 søkti at málinum, hjá sumbingum, har Marcin Dawid ikki hevði stórvegis at takast við.
Á liðnum hjá Sumba vóru tríggir fremmandir spælarar frá dystarbyrjan, og tá ið Robert kom inn, var útlendingakvotan full. B68 liðið var mannað við heilt ungum spælarum og eisini onkrum veteranum. Eitt nú var Ingemar Højgaard í miðverjuni, og Aksel Højgaard setti seg sjálvan á vøllin, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. Millum ungu menninar vóru Ovi Magnussen, Gestur Lómstein, Jan Joensen, Hans Erik Danielsen og Símun Olsen, sum kom inn, tá ið seinna umfarið var hálvrunnið.

Sumba?B68 5?0 (1?0)
1?0: Dánjal J. Joensen 25.
2?0: Sonne Kjærbo 49.
3?0: Eirik Joensen 67.
4?0: Robert Cieslewicz 68.
5?0: René Thomsen 75.