Summarfestivalur
Tað er Norðoya Kunningarstova, sum saman við Bjargingarfelagnum, ið hevur ábyrgdina av at taka ímóti og útvega øllum teimum mongu vitjandi pláss nærhendis festivalinum.
- Alt summarið hava vit havt úr at gera at svara fyrispurningum og taka ímóti bíleggingum í samband við Summarfestivalin, sigur Maiken Steinberg, sum er dagligur leiðari á Kunningarstovuni í Klaksvík.
Øll summarhús, vallaraheimið og hotellkømum eru upptikið. Men har tað er hjartarúm er eisini húsrúm, brosar Maiken Steinberg, dagligi leiðari á Kunningarstovuni, sum fegnast um at fleiri privatfólk leiga út og taka ímóti gestum.
- Okkara avbjóðing er nú at herberga øllum teimum, sum ætla at gista í tjøldum, at búleikast í húsvognum og at halda til umborð á stuttleikabátum
Næstu dagarnar fáa Maiken og hennara fólk úr at skipa og taka ímóti bíleggingum frá mongu festivalgestunum. Og aftur í ár verður fyrilit tikið til familjur, ungdómar og aðrar áhugabólkar, soleiðis at øll skulu kenna seg væl á Summarfestivalinum.
Tjøld, húsvognar og stuttleikabátar
Sum tað skilst, so verður náttúruperlan úti í Grøv og tann vakri og friðaði Gerðabøurin millum støðini, har møguleiki verður at tjalda. Teir flestu stuttleikabátarnir fáa atløgupláss á Stongunum
og á sólsíðuni av býnum verður eisini eitt stórt økið til nógvu húsvognarnir og motorsúklurnar, sum ætla sær at vitja festivalin.
Luis Poulsen umboðar bjargingartænastuna og bera so í bandi at nýggja fólkamentanin við útilívi í stuttleikabátum, húsvognum og tjaldingarøkið skal rigga á skilabesta hátt - og at ynskini hjá gestunum verða gingin á møti.
- Ja, nú byrjar pusluspælið at liggja, sum vit vilja hava tað. Vit hava í góðum samstarvi við festivalin og kommuna roynt at funnið vælegnaði øki í býnum hvat atkomu, streym og wc- viðurskiftum viðvíkjur. Men álit og krøv ganga báðar vegir, sigur Luis og sipar til mannagongdir og reglar, ið øll vitjandi mugu fylgja og sum Kunningarstovan og Bjargingartænasta fer at ganga eftir.
Ábyrgd av egnum øki
Øll sum koma í húsvognum og við tjøldum á Summarfestivalin, og sum skulu gista á almennu økjunum, mugu bíleggja og tryggja sær pláss. Tey sum koma í kampingvognum og við tjøldum fáa ávíst egið grundstykki ella matrikkul, sum Bjargingartænastan hevur eftirlit við og tann vitjandi ábyrgdina av. Skipað verður soleiðis fyri, at øll tjøld, húsvognar og stuttleikabátarnir, fáa sítt serligt frámerki, sum tryggjar gestunum bílagda plássið, men sum eisini gevur fyriskiparunum betri møguleika at fyribyrgja óskili og ábyrgdaloysi.
- Tað eigur ikki at vera neyðugt og tað er heldur ikki uppgávan at kontollera vaksin fólk. Men bjargingartænastan skal fyrst og fremst veita neyðuga leiðbeiningina og hjálpina til gestirnar, soleiðis at øll kunnu kenna seg í tryggum og góðum hondum á Summarfestivalurin, sigur Luis Poulsen úr Klaksvík.
Tað eru fyribils útlutaði eini 210 tjaldingarpláss, 60 matriklar til húsvognar og 70 atløgupláss til stuttleikabátar, sum kunnu bíleggjast frá Norðoya Kunningarstova, sum svarar mánadag til fríggjadag frá klokkan 9 – 17 og leygardag frá klokkan 10 – 12 á 456939. Eisini ber til at skriva teldupost til info@klaksvik.fo