Summarljómur í Vágum

Vágakórið er í rættiligum summarhýri, og sunnudagin 20. juni heldur kórið tvær konsertir í Vágum. Tann fyrra verður á Giljanesi og hin í Sørvágs kirkju

Glaðlyntar konsertir. Soleiðis lýsa limirnir í Vágakórinum sjálvir konsertirnar, ið kórið fer at halda ávíkavist á Giljanesi og í Sørvági sunnudagin. Tey siga, at øll skráin ber brá av, at nú er summar og nú er lýtt og nú er gleði á fólki.

Tónleikurin verður fyrst og fremst føroyskur summarsangur. Tað eru teir góðu sangirnir hjá Waagstein, Hoygaard, Peturi Alberg og Knúti Olsen, ið bera kórskránna, men eisini verður nýggjari kórsongur við. Nakrir sera vakrir íslendskir, danskir, svenskir og enskir sangir verða eisini sungnir. Og tað skal ikki undra nakran, um onkur latínskur ella afrikanskur sangur eisini sníkir seg ímillum, verður sagt úr Vágum.


Íslandsferð

Gjøgnum veturin og várið hevur Vágakórið fyrireikað seg til eina konsertferð til Íslands í summar. Farið verður til Akranesar, ið er vinarbýur Sørvágs.

Kórið var eisini á Íslandsferð í fjør. Tá varð vitjað á Norðfirði, ið er vinarbýur Sandavágs. Ferðin í fjør á Eysturlandinum var sera væleydnað, og kórlimirnir gleða seg at vitja har vesturi á landinum í ár saman við kórleiðara teirra, Jonvør Joensen.

Leiðin verður sett móti Íslandi við Atlantsflog tann 29. juni, og heimferðin verður sunnudagin tann 4. juli, eisini við Atlantsflog.

Kvinnukórið Ymur av Akranesi vitjaði í Sørvági fyri nøkrum árum síðani, og er tað fyrst og fremst hetta kórið, ið verður vertur á Íslandsferðini hjá Vágakórinum hesaferð.

Tað frættist úr Vágum, at vanligt er, at væl av fólki plaga at lurta, tá Vágakórið hevur konsertir. Tó er ikki vanligt hjá kórinum at halda konsertir hesa tíðina, nú sólin stendur høgt á himli, men limirnir í kórinum siga, at spennadi verður at vita, um fólk velja at seta seg inn at lurta eftir summarsangum frá Vágakórinum ella tey heldur fara út at njóta náttúruna og tann tónleik, har er.

Konsertin á Giljanesi verður sunnudagin klokkan 15, meðan konsertin í Sørvági verður hildin í Sørvágs kirkju sunnukvøldið klokkan 20.