Summartíð beinleiðis av Hvonn

Summartíð á Rás2 burturlutar í morgun eitt vikuskifti í svituni á Hotel Tórshavn, haðani sent verður beinleiðis í dag Vinningurin í sendingini Summartíð á Rás2 í morgun er eitt vikuskiftisuppihald í svituni á Hotel Tórshavn.

 

Fyri at verða við í kappingini skalt tú senda sms-boð til sendingina, har tú gevur eitt boð uppá, hvat næsta forboðið í Føroyum skuldi verið. Bestu uppskotini verða við í dráttinum um vinningin. Sms-boðini skulu sendast til 559999.

 

Bet You Are William er nýggjur tónleikabólkur, sum er komin væl frá byrjan. Fyrsta stakfløgan Here We Go Stereo hevur verið nógv spæld á útvarpsrásunum og hevur verið ovast á 15 teimum bestu. Høvuðsmaðurin í bólkinum er Petur Háberg, og hann vitjar Summartíð í morgun og fer at spæla live í sendingini.