Summartónar halda fram

Vikulangi tónleikafestivalurin Summartónar heldur fram og fleiri konsertir eru á skránni mikudagin

Klokkan 16 mikudagin 2. juni spæla Rebecca Persson (sopran) og Birgitte Schnakenburg (klaver) í Listaskálanum í Havn. Skráin er hin sama, sum týskvøldið í Trongisvági.

Klokkan 19:30 er konsert í Norðurlandahúsinum við Marselis Kvartetten. Todd Cadieux leikar 1. violin, Erik Søndergaard Jensen, 2. violin, Lise Pehrson, bratsj, og Michael Gottschalk leikar cello.

Fleiri frumframførslur eru á skránni, m.a. eitt verk eftir Edvard N. Debess, eitt verk eftir M. Blak og eitt eftir Heðin Z. Davidsen og er hetta verk fyri klaver og teldu.

Síðani spælir Athene Kvartetten. Har leikar Benedikte Thyssen 1. violin, Jun Kikuchi Hansen, 2. violin, Angelika Nielsen, bratsj og Marie Louise Lind, cello. Eisini her eru frumframførslur, m.a. av verki eftir K. Blak.


African Jazz

Konsert er eisini í Sjónleikarhúsinum klokkan 22:30. Hendan er kanska meira serstøk, ella øðrvísi, enn tað, føroysk oyru vanliga hoyra. Her er tað jazzur við rót í Afrika.

Talan er um Summartónar South Africn Jazzband v/ Kristian Blak. Hetta er ein føllbroytt samanseting av tónleikarum. Á skránni eru verk eftir Dyani, Ibrahim, Dørge, Blak og session við Leivi Thomsen.