Summartónar ?98

Nú Summartónar var at vera aftur um alt landið, fara vit í Sosialinum at fylgja við, og teir komandi dagarnar upp undir fyrstu konsertina 19. í hesum verða umrøður av tónleikarum og tónaskaldum, sum ver við. Raðfylgjan av umrøðuni verður tilvildarlig, men seinni verður møguliga skrá sett í blaðið

Con Strumenti

er úr Danmark. Tað er eitt barokkljómlið, mannað av 8 ungum tónleikarum, sum longu hava gjørt nógv vart við seg í heimlandinum eins væl og altjóða. Tónleikurin, tey fara at framføra á Summartónum er av seinastu fløgu teirra, so tey eiga at kenna verkini væl.

Allan Rasmussen spælir cembalo og hevur lært á Kongaliga Danska Tónlistaskúlanum hjá Ulrik Mortensen.

Svend Melbye er solistur á floytu og traversfloytu. Hann hevur eisini lært á Kongaliga Danska Tónlistaskúlanum, umframt á The Royal Academy of Music í London.

Helle Kristensen spælir tvørfløjtu og hevur lært á Tí Jútska Tónlistaskúlanum hjá Leif Ramløv Jensen og Clas Pehrsson.

Peter Spissky spælir barokkviolin

Stefanie Barner hevur lært í Tysklandi. Fyrst violin hjá Ida Bieler og síðani barokkviolin hjá Anne Kohrig og John Holoway.

Torbjørn Kohl spælir barokkviola og hevur lært hjá Thomas Albert við Akademie fur Alte Musik í Bremen. Hann hevur spælt um alt Europa og eisini gjørt upptøkur við fleiri ljómliðum.

Helene Jerg spælir barokkcello og hevur gingið á Tónlistaskúlanum á Fjóni. Aftaná hetta hevur hon fingið serundirvísing í Paris hjá Pierre Strauch og Marion Middenway.

Lars Baunkilde hevur lært at spæla modernaðan bass á Kongaliga Danska Tónlistaskúlanum og fór síðani til tann Kongaliga Tónlistaskúlan í Haag at leggja afturat. Har nam hann sær kunnleika at spæla á serliga streingjaljóðførið violone


Framførslurnar:

Fuglafjørður, kirkjan, fríggjakvøldið 3. juli klokkan 20.00

Tórshavn, Dómkirkjan, leygardagin 4. juli klokkan 11.30

Klaksvík, Christianskirkjan, sunnudagin 5.juli klokkan 15.00.



Det Jyske Musikkonservatoriums Messingensemble (DJM)

Sum navnið ger greitt, er hetta eitt blásaralið sett saman av næmingum á Jútska Tónlistaskúlanum í Århus. Bólkurin hevur havt konsertir runt um í Danmark, og í ár vóru leikararnir við í einum tiltaki saman við næmingum á Guildhall School of Music and Drama í London. Ein kvintett úr DJM luttók eisini í einari kapping í París á apríl mánaði, har hon náddi heilt til endaspælið.

DJM spælir alt frá renaissencutónleiki til nútíðar tónleik.

Hans Andersen og Niels-Ole Bo Johansen eru leiðarar.

Føroyingurin Andras Olsen, sum í løtuni lærir á Jútska Tónlistaskúlanum, er eisini við í DJM.

Framførslurnar:

Tórshavn, Vesturkirkjan týskvøldið 23. juni klokkan 20.00

Vágar, skúlin á Giljanesi hóskvøldið 25. juni klokkan 19.00

Tórshavn, Útvarpshøllin fríggjakvøldið 26. juni klokkan 20.00

Gjógv, í gjónni leygardagin 27. juni klokkan 12.30

Klaksvík, Christianskirkjan mánakvøldið 29. juni klokkan 20.00

Toftir, Fríðrikskirkjan mikukvøldið 1. juli klokkan 20.00


Odense Percussion

Odense Percussion er ein bólkur av seks tónleikarum, sum allir spæla slagverk. Limirnir eru allir núverandi ella fyrrverandi næmingar á Tónlistaskúlanum á Fjóni. Leiðari, Søren Monrad spælir solopaukur í Kongaliga Kapellinum og er dosentur við áðurnevnda skúla. Bólkurin hevur vunnið sær altjóða viðurkenning fyri framsørslur sínar av verkum eftir donskum tónaskaldum. Skráin hjá teimum í Føroyum fer tó eisini at umfata løg úr øðrum heraðshornum. Tónleikurin er eisini rættiliga nyggjur og er, í mun til skránna hjá fleiri av hinum bólkunum í Summartónum í ár, allur skrivaður í hesu øld. Teimum dáma eisini væl at blanda stílsløg saman, so man hoyrir rútmiskan og klassiskan tónleik í sama verki.

Odense Percussion hevur eisini lovað at hava eitt føroyskt lag við í teirra skrá.


Framførslurnar hjá bólkinum verða:

Tórshavn, Útvarpshøllin, fríggjakvøldið 26. juni klokkan 20.00.

Tórshavn, Norðurlandahúsið, sunnudagin 28. juni klokkan 16.00

Klaksvík, Christianskirkjan, mánakvøldið 29. juni klokkan 20.00

Tvøroyri, Klubbin, mikukvøldið 1. juli klokkan 20.00