Súna kom á máltalvuna fyri Ajax í steypakappingini

Ajax var fyri greiðum tapi móti sterka liðnum hjá Odense

Í kvøld spældi Súna Krossteig Hansen sín fyrsta almenna kappingardyst fyri Ajax.

 

Talan var um dyst í donsku steypakappingini, har Ajax tapti stórt 16-30 fyri sterka liðnum, Odense.

 

Odense var á odda 16-10 í steðginum.

 

Súna og liðfelagarnir høvdu ikki so nógv at fegnast um, men tað eydnaðist so Súnu at koma á máltalvuna, og harvið skjóta fyrsta málið fyri Ajax í einum kappingardysti.

 

Týsdagin klokkan 17.30 spælir Ajax fyrsta dystin í bestu deildini hetta kappingarárið. Dysturin verður á útivølli móti Esbjerg.