Føroyska Súna Krossteig Hansen fer nú at spæla við danska stórfelagnum Ajax København.
Á Facebook skrivar hondbóltsfelagið, at tey fegnast um, at føroyski landsliðsleikarin nú verður partur av hópinum hjá Ajax København.
– Suna er eitt stórt talent, sum vit hava verið í dialogi við í nøkur ár. Nú er timingin lukkutíð tann rætta, og vit eru til reiðar til, at hon skal spæla við okkum í donsku liga-deildini, skrivar Ajax København.
22 ára gamla Súna Krossteig Hansen hevur áðrenn hetta skiftið spælt við Kyndli.