Hetta man vera ein hin størsti toskurin, sum Sundaberg hevur fingið - og bert annað flakið av hesum fiski vigaði út við 15 pund! Tað er vorðið alt meira vanligt, at skipsmanningar gera sær heimasíður, har teir kunnu skriva eitt sindur um, hvar teir eru, hvat teir gera og hvussu gongur. Eisini eru hesir menn óførir at taka myndir av skipi, manning, fiski og sjólívinum umborð annars og leggja tær út á heimasíðuna.
Á heimasíðuni hjá flakatrolaranum Sundabergi funnu vit myndina av hesum stóra toskinum, sum teir hava fingið.
- Toskurin er veiddur í russiskum sjógvi. Hann er 158 cm. langur og vigar 88 pund. Eitt flak av hesum fiski vigar 7,45 kilo. Menn vilja vera við, at hetta er størsti toskur, sum veiddur er við Sundabergi. Onkur heldur seg kortini vita um onkran størri, men eingi prógv eru fyri hesum.
Soleiðis skrivar manningin um stóra toskin, sum teir eisini hava avmyndað bæði væl og virðiliga.
Sambært dagbókini á heimasíðuni, skilst, at Sundaberg tíðliga í hesum mánaðinum hevði fingið stívliga 200 tons í flaki.