2. deild:
EB/Streymur-KÍ 1-0 (0-0)
Tað hevur gingið ómetaliga striltið hjá samansetta liðnum, sum hevur heimavøll á Mølini á Eiði, at fáa stig í ár. Undan vitjanini úr Klaksvík høvdu teir ongantíð vunnið, og tá havt verður í huga, at klaksvíkingar ikki hava verið sørir, og at teir hesa ferð høvdu styrkt seg við onkrum spælarum, ið eru komnir heim av flatlondum í summarfrí, so vóru fyritreytirnar hjá EB/Streymi ikki tær bestu.
Men so skal eisini leggjast afturat, at tveir av monnunum, ið hava verið millum teir berandi hjá KÍ, ikki vóru við hesa ferð. Helmar Lassen er farin til Íslands við línuskipi, og Ove Nysted var leikbannaður, tí hann sá reytt í unglingadysti mánakvøldið í síðstu viku.
Tá dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð vóru teir a heimaliðnum ovurfegnir, og tað var ikki so undarligt. Tá tað restaðu 27 minuttir fingu teir eitt mál. Í fyrra hálvleiki høvdu teir havt ein góðan málmøguleika, sum teir misnýttu, men hesa ferðina eydnaðist tað Halltóri Joensen at skora. Um klaksvíkingar vena seg um hetta, so er tað ikki so undarligt, tí tá innleggið kom úr vinstra borði, sá tað út til, at tveir ella tríggir klaksvíkingar høvdu tak á støðuni, men tað høvdu teir ikki alíkavæl.
KÍ hevði fleiri stórar møguleikar, men teir megnaðu ikki at umseta teir til mál, og tá heimaliðið hevði skorað, gjørdist tað uppaftur truplari hjá gestunum, sum skuldu eina verju, sum gjørdist alt betri mannað, og sum í síðsta enda megnaði at halda tætt, og harvið vann EB/Streymur sín fyrsta sigur á árinum og slapp av botnplássinum.