Jóannes Hansen
-----
EB/Streymur skrivaði søgu í europeisku meistarakappingini týskvøldið. 5-1 heimasigurin í góðveðrinum týskvøldið var tann størsti, sum føroyskt felag nakrantíð hevur vunnið í altjóða kapping.
Bara eina ferð áður hevur føroyskt felag megnað at spæla seg víðari í meistarakappingini. Tað var í 2006, tá ið B36 sendi maltesiska Birkikara úr kappingini við at vinna 3-0 á útivølli og við at spæla 2-2 á heimavølli. Ta ferðina hitti B36 turkiska Fenerbahce í næsta umfarinum, og tá var talan um aðra mótstøðu, tí turkiska liðið vann 4-0 á heimavølli og 5-0 á útivølli.
Stór avbjóðing
Nú fyrireikar EB/Streymur seg at spæla á útivølli ímóti Dinamo Tbilsi í Georgia. At fyrri dysturin er á útivølli ber við sær, at tað er ógvuliga stutt tíð at leggja til rættis í. Sofus D. Johannesen hevur fyri EB/Streym ábyrgdina av ferðingini:
-Vit fara til Keypmannahavnar leygarkvøldið. Eftir venjing á Amager sunnudagin, fara vit til Tbilsi. Tað verður neyðugt at ferðast í trimum ferðaløgum. Eitt fer umvegis Warzawa, eitt annað umvegis Istanbul og tað triðja umvegis Riga. Ferðatíðin verður ymisk, men tað kemur væl við, at vit øll lenda í Georiga millum klokkan 3 og 4 mánanáttina, sigur Sofus D. Johannesen.
Rúni Nolsøe, venjari, var fegin um 5-1 sigurin. Hann var ikki heilt nøgdur við leikliga avrikið, men tað hevði sína frágreiðing, at tað ikki var so polerað:
-Okkara menn gjørdu tað, sum teir skuldu. At tað sá so primitivt út komst av, at mótstøðumenninir ætlaðu sær at vinna og bjóðaðu av frammarlaga á vøllinum og harvið vóru orsøk til, at tað var trongt at spæla hjá okkum, segði Rúni Nolsøe, sum var serliga fegin um, at Arnbjørn Hansen hesa ferð var førur fyri at spæla í 72 minuttir, at hann skoraði eitt mál, og at hann var við í uppspælinum til onnur.
-Vit hava brúk fyri honum í landskappingini, so tað kemur væl við, at hann spælir seg í form, segði venjarin, sum nú fyrireikar seg til næstu altjóða avbjóðingina.
-Eg kenni einki til teir, tí vit hava savnað okkum um fyrstu dystirnar, men nú fara vit at kanna og leggja tilrættis, og vit ætla okkum at gera tað, sum vit eru mentir. Men tað verður torført, serliga á útivølli, tí tað eru 35 hitastig har eysturi.
Síðani hava teir í EB/Streymi funnið útav, at Tbilsi er mannað við lokalum spælarum burtursæð frá einum, ið er av Fílabeinsstrondini.
Úrslitið hjá NSÍ ímóti Dinamo Tbilsi í 2008 kundi bent á, at talan er ikki um heilt ómøguligan setning hjá EB/Streymi, sum eigur væl fleiri altjóða royndir, enn NSÍ átti fyri fimm árum síðani. Ta ferðina vann Dinamo Tbilsi 3-0 á heimavølli, og so vann NSÍ 1-0 á heimavølli.
-----
EB/Strreymur-Lusitans, Andorra 5-1 (2-0)
Innleiðandi umfar í europeisku meistarakappingini 2. dystur
Á Tórsvølli týsdagin 9. juli 2013 kl. 19.00
Dómarakvartett úr Norðurírlandi: Dómarakvartett úr Norðurírlandi: Raymond Crangle, Gareth Eakin, Andrew Neeson og Raymond Hetherington.
1221 áskoðarar
1-0: Arnbjørn Hansen 3.
2-0: Levi Hanssen 38.
2-1: Luis Dos Reis 66.
3-1: Gunnar Zachariasen 72.
4-1: Levi Hanssen 85.
5-1: Leif Niclasen 90.+3.
EB/Streymur samantaldur vinnari við málmuninum 7-3
EB/Streymur: René Tórgarð – Dánjal Davidsen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen – Pætur Dam Jacobsen (Gunnar Zachariasen, 69./Brian Olsen, 88.), Arnar Dam, Levi Hanssen - Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen (Niels Pauli Danielsen, 72.), Hans Pauli Samuelsen
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jákup Andrias Hansen, Árni G. Olsen, Jóhannes Hansen, Hanus Olsen
Gult kort: Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen, Pætur Dam Jacobsen
Venjari: Rúni Nolsøe
Hjálparvenjari: Meinhardt Dalbúð
Lusitans: Ricardo Fernández – Leonel Maciel (Franklim Soares, 80.), Rafael Brito, Sonejee, Martinez - Jiménez (Puente, 65.), Pinheiro (Zarioh, 58.) – Machado, Juli Sánchez, Bruninho - Luis Dos Reis
Gult kort: Sonejee, Juli Sánchez, Leonel Maciel, Pinheiro,
Reytt kort: Machado 55. (beinleiðis reytt)
Venjari: Carlos Sanchez