Mest spennandi endaspurturin av øllum á norðoyarstevnu var tann hjá 6?mannaførunum við monnum. Hvessingur vann, men hann var bara ein hálvan skut fyrri á málið enn Hósvíkingur, og frá hósvíkingum og aftur til kollfirðingar var ikki leyst.
Í áttati árunum vann Hósvíkingur FM trý ár á rað ? í 1985, 1986 og í 1987. Síðani tá hevur Hvessingur verið høvuðsbáturin í kappingini millum 6?mannafør við monnum. Hvessingur vann FM í fjør, og í níti árunum vunnu teir tilsaman fimm FM heiti.
Norðoyarstevnuróðurin boðaði frá, at kappingin í ár fer at vera ein uppgerð millum grannar. Næsti róðurin verður á Skálafjørðinum annan leygardag. Tá fer Hvessingur at hava Hósvíking undir aðrari liðini, og hann fer at hava Kollfirðing undir hinari liðini.
Snopprikkur, sum vann FM í fyrraárið, legði bragdliga fyri, men tá startspurturin var liðugur, var hann dottin afturav og endaði aftastur.
Stórur spenningur var um, hvussu tað fór at hilnast hjá einasta spildurnýggja bátinum í kappingini, men Gongurólvur blandaði seg ikki í toppstríðið. Hann helt seg frammanfyri miðjuna inntil bátarnir vóru komnir inn á hálva Kósabrúnna. So rann Strálan av Strondum frá havnarmonnunum.
Á málinum var heilt stutt frá Kollfirðingi, sum endaði á triðja plássi, og aftur til Gongurólv á sætta plássi, og tað boðar frá, at í hesi kappingini fer tað ivaleyst at leika harðliga á seinni í summar.ið í januar millum 40 tey mest spældu countryløgini í Europa.
Ragnar hevur verið við á sonevndum Hotdiscum, sum eru fløgur við endamálinum at gera vart við løg og tónleikarar. Enn einaferð sleppur Ragnar upp í part, tá Stuart Cammeron gevur út næsta Hotdiscin í juli.
Kitty Prins, sangari og sangskrivari úr Belgia, hevur skrivað eitt lag á fløguni hjá Ragnari í Vík. Hon hevur nú skrivað Ragnari 3 nýggj løg og ætlar hann at gera eina stakfløgu við hesum løgum, um møguleiki verður fyri hesum.
Pólland hóast alt
Ragnar í Vík er nú farin at leita eftir stuðlum til ferðina til tónleikafagnaðin í Póllandi, umframt at hann á øðrum økjum roynir at laga tað so, at ferðin kann gerast veruleiki.
Ragnar í Vík og tónleikarar fara, um gjørligt, til Póllands um ólavsøkutíð og slík ferð kostar ferðalagnum eini 70.000 krónur.
(Lesið eisini viðmerkingina frá Norðoya Sparikassa : Ikki leisturin í framtíðini)