EB/Streymur hevur í kvøld lagt seg fremst í kappingini um bronsuplássið, og nú er tað ikki so lítið sannlíkt, at teir í Sundalagnum, sum øll árini síðani 2006 hava vunnið silvur ella gull í landskappingini, aftur í ár fara at vinna silvur.
Í kvøld hevur EB/Streymur fyri aðru ferð í fýra dagar skorað fimm mál á heimavølli. Sunnudagin var úrslitið ímóti ÍF, sum er næstfremst, 5-0, og í kvøld hevur EB/Streymur vunnið 5-1 ímóti NSÍ. Eftir 1. hálvleik var 1-1, men so fór álopsmaskinan hjá heimaliðnum rættuliga at gera um seg. Sum so mangan áður var tað aftur í kvøld í snarálopunum, at heimamenninir vístu stórt hugflog.
Næsta avbjóðingin verður í Gundadali sunnudagin ímóti oddaliðnum HB, sum í vár á heimavøllinum varð varpað úr steypakappingini av júst EB/Streymi.
Í Sørvági eydnaðist tað Víkingi at vinna 1-0. Finnur Justinussen skoraði sigursmálið í 2. hálvleiki. Tá var Víkingur undirmannaður, tí Atli Gregersen hevði sæð gula kortið fyri aðru ferð og harvið reyða kortið.
Seinna partin av 2. hálvleiki vísti Víkingur gott samanspæl og góðan hugburð.
Hjá 07Vestur var tapið stórt vónbrot. Liðið er á 10. plássi, og nú tað resta fimm umfør er fjarstøðan fram til 8. plássið og bjargingina sjey stig.
Í kvøld
EB/Streymur-NSÍ 5-1 (1-1)
1-0: Niels Pauli Danielsen 8.
1-1: Klæmint A. Olsen br 42.
2-1: Gunnar Zachariassen 49.
3-1: Niels Pauli Danielsen 60.
4-1: Levi Hanssen 67.
5-1: Leif Niclasen 90.+2.
Dómari: Petur Reinert
EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen (Jóhannes Hansen, 46.), Pætur Dam Jacobsen, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen – Levi Hanssen (Arnar Dam,87.), Niels Pauli Danielsen, Brian Olsen – Leif Niclasen, Gunnar Zachariassen, Hans Pauli Samuelsen (Hanus Olsen, 8.)
Gult kort: René Tórgarð, Leif Niclasen
NSÍ: Kristian Joensen – Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Andras Brixen, Einar Tróndargjógv – Magnus H. Olsen, Karl Løkin, Árni Frederiksberg – Jann Martin Mortensen (Andy Olsen, 64.), Klæmint A. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen (Haraldur R. Højgaard, 66.)
Gult kort: eingin
07Vestur-Víkingur 0-1 (0-0)
0-1: Finnur Justinussen 81.
Dómari: Alex Troleis
07Vestur: Andras Gango - Petur G. Dalbø, Téhé Aristide, Jákup G. Joensen, Torstein Mýlingstind (Ásmund Hansen, 72.) - Holgar Durhuus, Tór-Ingar Akselsen, Jovan Radinovic-Panic, Gunleif Olsen, Jákup S. Olsen (Hørður Johansen, 72.) - Ibrahima Camara
Gult kort: Torstein Mýlingstind
Víkingur: Gesa Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig (Hjartvard Hansen, 70.) - Sølvi Vatnhamar, Heðin Hansen, Hanus Jacobsen - Filip Djordjevic (Jann Ingi Petersen, 60.), Finnur Justinussen, Kaj Leo í Bartalsstovu
Gult kort:Atli Gregersen, Heðin Hansen, Hanus Jacobsen, Bárður Hansen
Reytt kort: Atli Gregersen (2 gul) 78.
Støðan
HB 45
ÍF 40
EB/Streymur 37
B36 34
NSÍ 33
Víkingur 28
AB 22
KÍ 21
TB 19
07Vestur 14
AB og HB hava spælt 21 dystir, og hini liðini hava spælt 22 dystir.
----
LIÐUGT
5-1
90) 5-1: Leif Niclasen 90.
So er talan um orduliga flonging við Margáir. Leif Niclasen hevur í yvirtíðini økt um leiðsluna, so hon nú er 5-1!
Hanus Olsen er komin á vøllin í staðin fyri Hans Paula Samuelsen.
Arnar Dam er komin á vøllin í staðin fyri Levi Hanssen.
85) Eingin vandi tykist vera hjá EB/Streymi, sum hevur fult tamarhald á.
75) Einki bendir á, at NSÍ skal svara aftur, hóast gestirnir royna at leggja trýst á. At NSÍ hevur flutt fólkið longri fram ber eisini við sær, at EB/Streymur hevur møguleikar fyri skjótum mótálopum.
70) 4-1: Levi Hanssen 67.
Nú riggar málmaskinan orduliga hjá EB/Streymi. Eftir horna og tvær sendingar roynir Levi Hanssen seg úr spískum. Kristian Joensen fær hondina á, men umvegis tvørtræið fer bólturin í málið.
Í næsta álopinum roynir Árni Frederiksberg seg, men umvegis stólpan fer bólturin út til málspark. Hjá NSÍ er tað stólpi út í kvøld!
65) Nú gongur tað fyri seg eftir treytunum hjá EB/Streymi.
Andy Olsen hevur avloyst Jann Martin Mortensen hjá NSÍ.
Haraldur R. Højgaard hevur avloyst Pól Jóhannus Justinussen.
60) 3-1: Niels Pauli Danielsen 60.
Eftir flott og hugflogsríkt samanspæl, har fleiri diagonalsendingar vóru at síggja, varð Niels Pauli Danielsen leysur í høgru, og hann sendi bóltin framvið Kristiani Joensen og skoraði harvið fyri aðru feð í kvøld.
EB/Streymur er greitt omaná.
55) Heimatrýstið er ikki so stórt, sum tað var fyrstu løtuna. NSÍ hevur havt góða roynd, men René Tórgarð bjargaði meistarliga til horna, tá ið Magnus Olsen royndi seg við langskoti.
50) 2-1: Gunnar Zachariassen 50.
Eisini í 2. hálvleiki hevur tað eydnast EB/Streymi at leggja seg framum. Hesa var tað eftir høgt horna frá Hans Paula Samuelsen. Bólturin sigldi framvið málinum, og við handara stólpa tamdi Gunnar Zachariassen bóltin við bringuni,áðrenn hann smekkaði hann í netið.
EB/Streymur heldur fram at pressa og hevur eftir málið tiltuskað sær tvey horna.
46) EB/Streymur hevur framt eina útskifting. Veteranurin á høgra vongverja Gert Hansen er ikki komin á vøllin aftur. Í hansara stað er Jóhannes Hansen skiftur inn. Rógvi E.Nielsen er fluttur á høgra vongverja, og Jóhannes Hansen er í vinstru.
----
Teir eru farnir at hvíla seg við Margáir, har líkindini nú eru góð. EB/Streymur hevur spælt undan lotinum í 1. hálvleiki.
NSÍ hevur verið leikliga omaná , men tað var EB/Streymur, sum legði seg framum. NSÍ helt fram at stríðast og spæla, og stutt undan steðginum javnaði liðformaðurin Klæmint A. Olsen, tá ið hann umsetti brotsspark til mál.
----
Ein minuttir lagdur aftrat!
45) 1-1: Klæmint A. Olsen br 43.
Lítla løtu undan steðginum hevur NSÍ svarað aftur. Jann Martin Mortensen fór um koll í samanbresti við René Tórgarð, og Alex Troleis peikaði á ellivu metra blettin. Klæmint A. Olsen smekkaði brotssparkið umvegis tvørtræið og í málið.
Leif Niclasen sá gult fyri at brúka seg, og René Tórgarð sá gult fyri frísparkið.
40) Tað er serliga í vinstru, har vinstrabeintu Einar Tróndargjógv, Árni Frederiksberg og Pól Jóhannus Justinussen eru, at NSÍ trýstir. Men tað er bara hendinga ferðina, at tað kennist vera vandamikið, og støðan er framvegis 1-0 til EB/Streym.
35) Besta royndin síðstu løtuna var, tá ið Einar Tróndargjógv av brotsteigarmarkinum í høgru sendi fríspark ímóti málinum, men René Tórgarð bjargaði til horna.
30) NSÍ hevur hug at trýsta, og tað hugar ikki heimaliðnum at verða trýst aftur á vøllin.
Nú hevur NSÍ miðverjin Jens Joensen sæð gult fyri óregluliga at steðga Leif Niclasen.
25) EB/Streymur hevur verið tætt við eftir snarálop í høgru. Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen og Levi Hansen vóru sentralir, og tað endaði við, at Leif Niclasen sendi bóltin í stólpan og út til málspark.
20) NSÍ hevur havt sín besta møguleika higartil. Álopið byrjaði aftarlaga í vinstru, og tá ið Árni Frederiksberg legði flatt innfyri úr vinstru var um reppið, at fyrst Pól Jóhannus Justinussen og síðani Klæmint A. Olsen stýrdu bóltin í málið, men bólturin streyk framvið málið hjá René Tórgarð.
15) Hóast mótstøðuliðið heilt tíðliga legði seg framum, so hevur NSÍ ikki givið skarvin yvir. Teir svørtu og gulu bjóða av frammarlaga á vøllinum, samanspælið riggar í løtum væl, og NSÍ hevur tiltuskað sær tvey hornaspørk.
EB/Streymur hevur verið framvið i eyðkenda kontra stílinum.
10) 1-0: Niels Pauli Danielsen 8.
Eftir innkast sneiddi Hans Pauli Samuelsen seg leysan, og tá hann legði innfyri, var Niels Pauli Danielsen fyrstur á bóltinum, sum hann við høvdinum stýrdi í málið.
5) 0-0
EB/Streymur-NSÍ kl. 18.00
Dómari: Petur Reinert
EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Pætur Dam Jacobsen, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen – Levi Hanssen, Niels Pauli Danielsen, Brian Olsen – Leif Niclasen, Gunnar Zachariassen, Hans Pauli Samuelsen
NSÍ: Kristian Joensen – Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Andras Brixen, Einar Tróndargjógv – Magnus H. Olsen, Karl Løkin, Árni Frederiksberg – Jann Martin Mortensen, Klæmint A. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen
------
LIÐUGT
0-1
85) 07Vestur roynir at spenna álopsbogan, men Víkingur hevur havt størri møguleika at økja um leiðsluna, enn heimaliðið hevur havt at javna.
80) 0-1: Finnur Justinussen
Eftir at víkingarnir vórðu undirmannaðir, er lív komið í teir, og nú hevur tað eydnast gestunum í Sørvági at leggja seg á odda. Kaj Leo í Bartalsstovu sneiddi seg leysan í høgru, og tá ið hann legði flatt innfyri, var Finnur Justinussen á rætta stað í røttu løtuni.
Atli Gregersen hjá Víkingi hevur sæð gult fyri aðru ferð og er harvið rikin av vølli.
70) 0-0
Tað gongur framvegis friðarliga fyri seg. Liðini kennast heldur vilja tryggja seg ímóti at tapa heldur enn at vinna.
45) 0-0
Tað hevur verið sera friðarligt í Sørvági, og liðini hava bara havt ein málmøguleika í part.
30) Fyri tað mesta er tað tómgongd á Dungasandi. Báðir partar leggja nógvar langar sendingar fram á vøllin. Besta møguleikan hevur 07Vestur havt, tá ið Jákup Gardar Joensen eftir horna fluktaði bóltin í stólpan.
Besta møguleikan hjá Víkingi var, tá ið Finnur Justinussen eftir innlegg úr vinstru við hælinum stýrdi bóltin dygst við síðuna av stólpanum.
10) Tað hevur verið friðarligt fyrstu løtuna. Víkingarnir hava havt bóltin meiri enn heimamenninir, men hvørki liðið hevur megnað at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
5) 0-0
07Vestur-Víkingur kl. 18.00
Dómari: Alex Troleis
07Vestur: Andras Gango - Petur G. Dalbø, Téhé Aristide, Jákup G. Joensen, Torstein Mýlingstind - Holgar Durhuus, Tór-Ingar Akselsen, Jovan Radinovic-Panic, Gunleif Olsen, Jákup S. Olsen - Ibrahima Camara
Víkingur: Gesa Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig - Sølvi Vatnhamar, Heðin Hansen, Hanus Jacobsen - Filip Djordjevic, Finnur Justinussen, Kaj Leo í Bartalsstovu
Tveir dystir eru á skránni í bestu deildini í kvøld. Talan er um dystir, sum orsaka av eurpeisku kappingunum eru útsettir frá 21. juli, tá ið 16. umfar var á skránni.
Líkindini at spæla fótbólt í Streymnesi, har EB/Streymur hevur vitjan av NSÍ, eru hampulig. Tað sirmar, hitin er 8 stig, og lotið er av vestri ella eitt sindur hægri enn so. Vindmegin er 2-5 metrar um sekundið. Vindurin fer neyvan at órógva spælið stórvegis, hóast annar parturin fer at hava lotið ímóti.
Eisini í Sørvági, har 07Vestur hevur vitjan av Víkingi, eru fótbóltslíkindini hampulig. Tað sirmar, hitin er 9 stig, og lotið er av norði ella útnyrðinginorði. Vindferðin er 6-9 metrar um sekundið.