Løgmaður ger rættast í at útskriva val, sum kann vera miðskeiðis í oktobermánaði, heldur Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður
Eitt val í oktober er ikki eitt val í ótíð, tí tá eru bert tveir mánaðir eftir av valskeiðnum. Tað sigur Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður, sum heldur at vit eiga at koma aftur til tað at hava løgtingsval um heystið.
Hann heldur, at tað klandrið, sum nú vísir seg millum samgongumenn er óheppið fyri politiska veðurlagið og at tað órógvar búskapargongdina.
- Sum onkur núverandi samgongumaður hevur sagt, so kann hetta oyðileggja møguleikarnar fyri, at júst hendan samgongan kann halda fram. Um tað er gott ella ringt skal eg lata vera ósagt, men eingin orsøk er væl til at virka fyri tí, heldur Jógvan Sundstein.
Hann heldur, at besta loysnin fyri allar partar, ikki minst fyri løgmann sum samgonguleiðara, er tí at útskriva val sum skjótast.
- Tey stórmál, sum eru eftir at loysa, vera best loyst aftan á eitt val, heldur enn at vera skundað ígjøgnum í ráðaloysi beint undan einum vali. Ein onnur orsøk til at val eigur at verða útskrivað nú er, at nú er møguleiki fyri at fáa eina betur valtermin. Januarmánaður er ikki nakar góður mánaður at hava val. Betur er tí at koma aftur til skipanina við at hava val um heystið. November mánaður hevur verið brúkiligur, men oktober er helst upp aftur betur. Tá er tíð at fáa landsstýri skipað (ella halda fram), og so fáa rímuliga góðar umstøður at fáa eina væl gjøgnumarbeidda og skilagóða fíggjarlóg frá hondini.
Løgmaður ger tí rættast í at útskriva val, sum so kann vera um leið miðan oktober. Eitt val miðskeiðis í oktober er ikki val í ótíð, tá eru kortini bert tveir mánaðir eftir av valskeiðinum, sigur Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður í grein, sum verður prentað í Sosialinum í morgin ? og sum kann lesast InternetSosialinum.
Les greinina hjá Jógvan Sundstein her<a>