- Suni Jakobsen, skipari og reiðari á Ednu, sigur, at hann hevur ein serligan sáttmála við "meg", sum gevur honum rætt til at gjalda manningini ein lítlan part av hýruni. Men, eg havi ikki sæð henda sáttmála.
Tað sigur, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.
Felagsformaðurin er onga løtu í iva um, at tað lættasta hevði verið, um teir sáttmálar, sum eru galdandi, vórðu fylgdir.
- So, høvdu vit sloppið undan øllum hesum, leggur hann aftrat.
Grov skuldseting
Jan Højgaard heldur tað vera rættiliga grova skuldseting móti sær, tá sagt hevur verið, at manningin eigur 25% av hýrunum. Hetta er tað sama sum at siga, at eg góðtaki, at fiskimannafamiljur ikki skulu hava til dagin og vegin.
- Støðan er púra greið. Hon er, at sáttmálarnir skulu haldast, leggur hann dent á.
Felagsformaðurin leggur aftrat, at hann ger sítt besta fyri, at sáttmálarnir verða hildnir.
- Men tað er ikki nóg mikið. Tí eri eg sera fegin um, at teir, sum eiga pening til góðar eftir sáttmálanum, bakka manningarfeløgini upp. Tí, tað er saman, vit skulu vinna stríðið.
Jan Højgaard leggur aftrat, at reiðarin á Ednu hevur ikki skrivað undir sáttmála við manningarfeløgini.
- Hví so er, kunnu vit spyrja reiðaran, leggur felagsformaðurin aftrat.