Sunnantíðindi

Sunnantíðindi, lokalblað suðringa, er komið útaftur, og er at fáa í sølubúðum í allari Suðuroynni og í SMS í Havn

Sunnantíðindi, lokalblað suðringa, er komið útaftur, og er at fáa í sølubúðum í allari Suðuroynni og í SMS í Havn.

Hetta blað er eitt »lokalblað« fyri Suðuroy, og viðger tískil serliga evni, ið hava tilknýti til hendan partin av landinum ? tó at landsaktuel evni eisini verða viðgjørd.

Blaðið ger serliga nógv burtur úr at lýsa lokalar hendingar, persónar, søgur osfr., t.v.s. tíðindi, ið ikki vanliga síggja dagsins ljós í hinum føroyskum fjølmiðlunum. Annars kann eisini sigast um blaðið, at tað, hóast tað er óheft politiskt, er heldur tjóðskaparsinnað ? og er innihaldið eisini merkt av hesum.

Blaðið kemur (bert) út hvønn ársfjórðing, hetta einamest orsakað av, at teir tríggir, ið standa aftan fyri blaðið, allir eru lesandi í Danmørk. Sunnantíðindi hava 4 ár á baki. Tað ber til at útvega ella gerast haldari av blaðnum, um ein ringir á tlf 373459 - 373369 - 373465.