Rúni í Lágabø
Hoyrdi nú ein dagin í útvarpinum at onkur kanning var gjørd av parkinson sjúku. Tað varð hildið, at Grind kundi vera ein stór orsøk til hesa sjúku. Eina aðru ferð søgdu læknarnir, at tað var so nógv kviksilvur í Grind, at fólk ikki mátti eta hana. Seinni las jeg í einum blað at onkrir granskarar høvdu funnið ein hval í ísinum onkrastaðni. Hann hevði ligið har í meir enn hundrað ár. Har var fleiri ferir so nógv kviksilvur í honum, enn tað er í grindini í dag.
Jeg haldi, at tað er púrasta burturvið at blíva við at tosa um, hvussu vandamikil grind er, ella Føroyskur matur sum heild. Tá ið mann etur Føroyskan mat, so veit mann í minsta lagi, hvat man etur. Hvat vita okur um, hvat goymir seg í øllum hesum fremmanda matinum, sum floymir inn í landið. Burgarir, chips, pylsu, pizza og annað svans, sum nógv fólk í dag eta dagliga.
Tað er bara at hyggja at Amerikanarum. Teir hava etið hetta svansið í nógv ár. Og hava harvið fingið stórar heilsutrupuleikar.
Nei eg haldi, at tann Føroyski maturin er sunnur nokk. Fólk mugu bara røra seg meir.