Sunnur matur skal verða bíligari enn ósunnur matur

KOSTVANAR Nógvur matur er so vánaligur, at hann er ikki verdur at eta og tí eiga politikarar at tryggja, at tann heilsigóði maturin verður bíligari

Ósunnur matur skal vera nógv dýrari enn heilsugóður matur.??
Tað heldur Kristianna Rein, forkvinna í diabetisfelagnum í Føroyum.??
Netupp ósunnur kostur er ein av stóru syndarunum, nú diabetis vindur so nógv upp á seg, at tað er mestsum vorðin ein fólkasjúka.??
Men forkvinnan í diabetisfelagnum heldur, at tað ber væl til at venja fólk at eta betri mat.
- Bretar siga, at ”Health Is Wealth” ella heilsa er ríkidømi.
Hon heldur, at vit eiga at byrja við at leggja góðar kost- og livivanar niður í børnini, longu frá barnagarðsaldri og skúlaaldri.
Ein máti kundi verið, at drigið livivanar og kostvanar beinleiði upp í undirvísingina.
- Og tað skuldi eingin skúli verðið bygdur, sum ikki hevði góðar matstovur, leggur forkvinnan í diabetisfelagnum í Føroyum afturat.

Ymistk mvg
Men tað ber eisini væl til at bera so í bandi, at tann heilsugóði maturin verður nógv bíligari enn tann ósunni maturin.??
Tað kann gerast við at hava ymiskt mvg á ymsum sløgum av mati, so at tann ósunni maturin verður nógv dýrari enn tann heilsugóði maturin.??
Hon tekur ikki politikarar fyri fult, tá ið teir siga, at tað ber ikki til at hava ymiskt mvg á ymsum vørum.??
Sjálv ferðaðist í Fraklandi í tríggjar vikur seinasta summar og har legði hon til merkis, at tað var ymiskt mvg á ymsum vørum.
Hvørja ferð eg keypti, stóð á kassaseðlinum, hvat hvør einstøk vøra kostaði og, hvussu nógv mvg var á hvørji einastu vøru.
Í Fraklandi var 5% í mvg á neyðsynjarvørum, sum fyri ein stóran part matur, á øðrum vørum var mvg 15%, men men á øli og rúsdrekka var mvg 24%.??
Hon sigur, at eisini í Týsklandi og øðrum londum er ymiskt mvg á ymsum vørum, so tað er onki spøri í tí.
Hon heldur, at tað ber bara at hyggja seg um í handlunum fyri at ásanna, at tað hevði verið upp á sítt pláss at gjørt okkurt.
- Tað er ótrúliga nógvur vánaligur matur at fáa í handlunum.??
Hon vísir á, at allir handlar hava fullar hillar av kipsi og øðrum av sama slagi og kølidiskarnir eru fullir av sodavatni og lidnum og hálvlidnum rættum.??
Samstundis kann hon bara geva Snorra Patursson, kostfrøðingi rætt, tá ið hann harmast um, hvussu syrgiligt úrvalið av mati er.??
- Tað er bara at hyggja at teimum barnamatarskráum, matstovur hava til børnini, tí tað er sjáldan annað enn pitsur sodavatn, ísar og annað líknadi í ovurmát,
Kristianna Rein ásannar, at hetta verður kanska eisini ein spurningur um eina hugburðsbroyting, tí tað vísir seg, at fólk eru ikki serliga sinnað at rinda nakað serligt fyri nakað so týdningarmikið, sum matin.
- Eg minnist, at pápi mín plaga at siga, at ein fjórðingur av lønini reyk til mat, ein fjórðingur fór til rentur og avdrátt, ein fjórðingur til ljós og hita og ein fjórðingar skuldi setast inn.
Men nú á døgum brúka fólk bara ein lítlan brotpart av lønini til mat.

Nakrir bólkar í serligum vanda
Royndirnar vísa, at tað eru nakrir heilt ávísir bólkar, sum eru í serligum vanda fyri at fáa diabetis.
Kanningar vísa nevniliga, at ættarbregði, kropsligt óvirkni, kostur og fiti, hava ein avgerðandi leiklut.
Diabetissjúklingar kunnu býtast sundur í hesar høvuðsbólkar: Hjá 37% av teimum, sum fáa sjúkuna er tað ættarbregði, sum ger seg galdandi, 30% fáa sjúkuna, tí tey røra seg ov lítið og hjá 25% er ovurfiti orsøkin til diabetis.
Samstundis fáa lutfalsliga nógvar kvinnur diabetis, tá ið tær eru við barn, men so kann sjúkan hvørva aftur.

Tvey sløg
Tað verða tvey sløg av diabetis, diabetis 1 og 2.
Diabetis 1 er tað, sum fyrr vanliga varð kallað ungdómsdiabetis. Tað eru ofta ungfólk, sum fáa tað og orsøkin til tað, er, at brisið er heilt hildið uppat at gera insulin.
Fáa sjúklingar ikki insulin lutfalsliga skjótt, er sjúkan deyðilig.
Diabetis 1 verður eisini vanliga kallað gamlamannasukursjúka.
Tað eru oftast eldri, ella í hvussu so er tilkomin fólk, sum fáa hetta slagi av diabetis.
Men tað elvir til órógv, at tey, sum fáa diabetis 2, verða yngri og yngri og aðrastaðni fáa einntá tannáringar og børn diabetis 2.
Á seturskjaki í Havn í farnu viku, varð upplýst, at yngsti føroyingur, tey vitstu um við diabetis 2, var 21 ára gamal.
- Diabetis 2 kemur so sníkjandi og hevur mangan ógvuliga veik, ella slett ongi, sjúkutekin og tí er hon ring at uppdagað, sigur Kristianna Rein.
- Av tí, at talan ofta er um eldri og miðaldarlig fólk, geva tey ikki teimum veiku sjúkuteknunum gætur, men sláa seg til tols við, at hetta eru bara vanlig ellisbrek.
Orsøkin til diabetis 2 er, at framleiðslan av insulini í brisinum minkar og samstundis versnar insulini í dygd og ger tískil minni og minni nyttu.
- Tað kunnu væl ganga fleiri ár, áðrenn nakar varnast, at ein sjúklingur hevur diabetis 2, sigur Kristianna Rein.
LES EISINI GREINIA: 6000 føroyingar hava ein sníkjandi drepara