Dámar tær væl brent gummi og at hjólini spola, og traðkar tú speedaran í botn tá tú koyrir, so er International Rally Championship spælið fyri teg. Tað er eftirfylgjarin til bestseljaran frá í fjør, RAC Rally Championship, og aftur í ár er tað væl framman fyri kappingarneytarnar. Hetta er eitt stuttligt spæl, har ein ikki nýtist at lesa síðu upp og síðu niður fyri at byrja spælið.
Koyrigleði
Lagt verður annars stórur dentur á, at splið skal kennast veruligt. Ljóðsíðan er ein digitaliserað útgáva av veruleikanum. Ein hoyrir øll »bump« og um bilurin glíður og enntá hvørjum undirlagi, koyrt verður á. Bakgrundsgrafikkurin fer í smálutir og er flottur. Spælið stuðlar undir nýggja 3Dfx grafikkkortið.
Men avgjørdi fyrimunurin í spælinum er, at tað so nær reagerar upp á minstu røring ein ger. Tað kennist veruliga, sum stýrir ein bilinum. Og bæði banar og sving eru so ymisk at tað krevur fleiri túrar, áðrenn ein kemur runt uttan ov nógvar ákoyringar. Í gomlu útgávuni brúkti ein í so nógva tíð at fáa ferð á aftur, tá ein hevði verið úti í vegjaðaranum. Nú lendir ein altíð á hjólunum og er skjótt í gongd aftur. Og uttan mun til hvussu ófantaligt ein koyrir ella hinir koyra so kemur ein ígjøgnum uttan at lakkið fær eina skøvu.
Bana editor
IRC hevur 9 bilmerkir og 15 ymiskar kappingar á 5 ólíka støðum, heilt frá arktiskum kulda til tropiska hita. Og tá banarnir eru slitnir upp í nakka, ber til at gera sínar egnu. Við lutum frá einum amboðskassa ber til at gera nýggjar banar og nýggjar kappingar. Tað er lætt, men munurin frá teimum verandi er ikki serliga stórur.
Til ber hjá upp til 8 at spæla saman um netverk, og er bert hin eina teldan, kunnu tveir spælasaman við at velja eina serliga split-skíggja mynd og nýta hvør sín enda av tastaturinum.
Fakta
Í mun til tað gamla Rally er bert bøtt um spælið í lítlan mun, so um ein longu hevur tað gamla, er eingin orsøk at gera íløgu í tað nýggja, men vil ein hava tað besta á marknaðinum, kemst ikki uttanum International Rally Championship.
Spælið krevur eina Pentium 100, Windows 95 við 16 MB RAM og SVGA umframt DirectX drivarar.