Supermodell sum forsetafrúa

Franski forsetin Nicolas Sarkozy fór herfyri frá konuni, og síðani er tað komið fram, at hann er blivin væl við fyrrverandi supermodellina Carla Bruni, sum nú roynir seg sum tónleikara. Tey eru blivin so væl, at franski forsetin nú hevur váttað, at tey fara at giftast. Sambært fronskum miðlum skal forsetin hava fríggjað til Bruni á jólaferiuni í Egyptalandi.