Fyri fyrstu ferð í 24 ár kom politiski andstøðuleiðarin í Burma, Aung San Suu Kyi, til Bretlands í dag. Maður hennara, Michael Aris, sum var breti, doyði í 1999, og yngri sonur teirra, Kim, sum er 35 ára gamal, býr í Bretlandi. Tann eldri sonurin, tann 39 ára gamli Alexander, býr í USA.
Sjálv fyllir Aung San Suu Kyi 67 í dag.
Í dag vitjaði hon London School of Economics og tosaði við starvsfólk hjá BBC Burmese Service. Har fekk hon eina mynd av pápa sínum, burmesisku sjálvstýrishetjuni Aung San, sum var í London í 1947, og sum bleiv myrdur nakrar mánaðir seinni.
Í gjárkvøldið var Aung San Suu Kyi í Dublin, har hon tók lut í einum tiltaki hjá Amnesty International saman við rockstjørnuni Bono.