Motorsúkklurnar eru vaknaðar úr vetrardvala, og nógvar súkklur eru at síggja á føroysku vegunum. Suzuki hava eitt stórt og fjølbroytt programm við nógvum ymiskum motorsúkklum í ymiskum støddum og príslegum.
Skráin hjá Suzuki fyri 2009 sær rættuliga spennandi út við bæði nýggjheitum og dagføring av verandi súkklum. Suzuki SFV 650 Gladius hevur sínar røtur í Suzuki SV 650 og er ein sera væl umtókt súkkla í sínum klassa. Motorurin er tann sami sum á SV 650, ein V2 við 645 cc og 72 hk við 9.000 snún/ min.
Suzuki fáast í fleiri Intruder útgávum. Ein er Intruder M1500, sum er ein sera væl koyrandi súkkla við t.d. SCAS (Suzuki Clutch Assist System), ið ger at girskift og kobling lætt at handfara. Motorurin er ein V2 við 1.462 cc og 80 hk við 4.800 snún/min. Ein onnur Suzuki Intruder er Intruder C1800 R/T. C stendur fyri Classic og vísir til retro-designið á súkkluni, sum hevur V2 motor við 1.783 cc og 114 hk við 6.000 snún/min.
Tað er MC-Sølan í Slættanesgøtu, sum umboðar Suzuki motorsúkklurnar. Suzuki fáast í nógvum ymiskum útgávum og príslegum, sum t.d. GSF 650 Bandit, ið kostar úr 69.900, til eina GSX-R 1000 sum kostar 153.000.
Fyritøkan umboðar eisini motorsúkklurnar Kawasaki og Ducati. Umframt okkara egnu merkir servisera vit flest øll sløg av motorsúkklum, sigur Anders Berg, sum eigur og rekur MC-Søluna.
Á heimasíðuni: www.mc-solan.fo eru upplýsingar um úrvalið av t.d. motorsúkklum og skutarum og hópin av leinkjum til aðrar MC-síður. MC-Sølan hevur tel. 311101 / 216300.