Svímaði á røðarapallinum

Fólkatingslimurin Johanne Schmidt-Nielsen úr Eindarlistanum svímaði, júst sum hon helt røðu í gjárkvøldið. Johanne Schmidt-Nielsen er framsøgukvinna hjá Eindarlistanum og var í ferð við sína framsøgurøðu um setanarrøðu forsætisráðharrans, tá hon fall í óvit.

-Det er jeg ked af, at V og K og d. d.. d, vóru tey seinastu orðini, sum komu frá henni.

Tom Behnke úr Konservativa Fólkaflokkinum skilti, hvat bagdi, og hann leyp upp á røðarapallin, loftaði Johanne Schmidt-Nielsen og var við til at bera hana út úr tingsalinum, meðan hinir tinglimirnir forfarnir hugdi at.

Fundurin bleiv niðurlagdur eina løtu. Tá hann bleiv tikin uppaftur, kunnaði formaðurin tinglimirnar um, at Johanne Schmidt-Nielsen var komin á sjúkrahús, og at hon hevði tað nógv betur.