Týsku heilsumyndugleikarnir hava nú staðfest tann fyrsta tilburðin av svínakrími har Týsku myndugleikarnir siga, at svínakrímið er staðfest í landslutinum Bayern har suðuri í landinum.
Sambært sjónvarpinum BRF er tað ein maður, sum er smittaður, og hann er nú á sjúkrahúsi, har hann fær viðgerð.
BRF sigur, at maðurin hevur júst verið í Meksiko. Fýra onnur fólk verða kannað.