Svøríki bukaði Malta

Svøríki hevur ikki havt tað serliga lætt í undankappingini, har teir í løtuni eru væl aftan fyri Danmark og Portugal. Í gjárkvøldið bragdaði tó nakað, tá Svøríki tók ímóti Malta. Kim Kallstrøm, Daniel Majstorovic, Zlatan Ibrahimovic og Marcus Berg stóðu fyri málunum, tá framvegis mál- og stigaleysa Malta varð sent heim við ongum.