Svøríki fingið sess í ST-trygdarráðnum

Svøríki hevur í dag fingið sess við eitt av teimum heilt stóru borðunum har altjóða avgerðir verða tiknar. Tá Trygdarráðið hjá ST í dag skuldi velja nýggj limalond fyri næstu árini, vann Svøríki nevniliga sess í valdmikla ráðnum hjá ST.


Svøríki er harvið eitt av fimtan londum, ið hevur sess í Trygdarráðnum. Av teimum fimtan londunum eru tað fimm lond í hava fastan sess. Tey eru USA, Stórabretland, Russland, Kina og Frakland.


Restina av plássunum verða sett fyri tvey ár, og eru deild millum ymiskar heimspartar. Svøríki hevur vann sær sessin í bólkinum Vestevropeiskir og aðrir statir.


Endamálið við Trygdarráðnum hjá ST er at tryggja frið í altjóða samfelagnum. Avgerðirnar, ið ráðið tekur er bindandi fyri øll londini í ST, men føstu limirnir hava veto-rætt í øllum avgerðum.


Hetta er triðju ferð, at Svøríki hevur sess í Trygdarráðnum. Fyrru ferðirnar var í 1957-58, 1975-76 og 1997-98.