Stefan Löfven heldur fram sum svenskur forsætisráðharri. Tað eru nú 131 dagar, síðan sviar fóru á val, og loksins er nýggj stjórn skipað. Hetta hevur verið longsta stjórnarkreppa í svensku søguni.
Svenski javnaðarflokkurin við Stefan Löfven á odda hevur skipað stjórn saman við Umhvørvisflokkinum. Talan er um eina minnilutastjórn, sum fær stuðul frá Miðflokkinum og Liberala flokkinum.
115 atkvøddu ja til Stefan Löfven, 153 atkvøddu nei, meðan 77 atkvøddu blankt. Stefan Löfven fer at presentera nýggju stjórnina mánadagin.