Svøríki vann norðurlendsku uppgerðina

Ísland kom á odda tíðliga í dystinum ímóti Svøríki á Laugardalsvøllinum í gjárkvøldið, men tað gingu bara tveir minuttir, so hevði Svøríki javnað. Eftir ein tíma skoraði Christian Vilhelmsson til 2-1, og tað gjørdist endaliga úrslitið av dystinum.Í sama bólki spældi Danmark á útivølli ímóti Liktinstein, og danir vunnu trygt 4-0. Daniel Jensen og Michael Gravgaard løgdu Danmark fram um 2-0, áðrenn liðformaðurin, Jon Dahl Tomasson skoraði tvey mál. Finlandi spældi á útivølli í Kazakhstan og vann 2-0. Jari Litmanen og Sami Hyppia skoraðu finsku málini. Noreg spældi ikki í kvøld