Svøríki var størsta vónbrotið

Umframt FCK er norska Rosenborg einasta norðurlendska felagið, sum skal royna seg í triðja innleiðandi umfarinum

EUROPA CUP

Rosenborg úr Tróndheimi megnaði mikukvøldið tað, sum teir plaga at gera. Eftir at teir á útivølli høvdu vunnið 1?0 var eingin ivi, tá ið norska stórfelagið mikukvøldið hevði vitjan av Bohernians, ið varð sent til hús við 4?0 tapi.
Rosenborg plagar at standa seg væl, og teir hava øgiliga gátt, sum teir skulu upp um, áðrenn teir kunnu sleppa upp í part í bólkaspælinum. Næst á skránni er spanska stórfelagið Deportivo La Coruna.
Finska HJK Helsinki hevði í útidystinum ímóti MTK Budapest tapt 3?1. Útivallarmálið var týdningarmikið, og tað varð mett ikki at vera heilt ómøguligt at vinna samantalt hjá finska liðnum. HJK vann á heimavølli, men teir vunnu bara 1?0.
Størsta norðurlendska vónbrotið var tað, at svenska meistaraliðið Djurgården úr Stokhólmi ikki megnaði at spæla seg í triðja innleiðandi umfarið. Tað sá annars rættuliga ljóst út eftir fyrra dystin. Í Beograd hevði Djurgården ímóti Partizan megnað 1?1. Á heimavølli komu teir framum 1?0, men eftir lítlari løtu stutt fyri steðgin skoraðu gestirnir tvey mál. Djurgården megnaði at javna til 2?2, men tað var ikki nóg mikið. Partizan var omaná, tí teir høvdu skorað fleiri mál á útivølli.
FBK Kaunas sendi uttan nakað himpr HB úr kappingini. Tá ið teir í Kaunas mikukvøldið fóru á vøllin í Glasgow, var tað longu greitt, at Celtic hevði vunnið. Skotska stórfelagið vann 4?0 á úti vølli, og mikukvøldið løgdu teir ikki so nógv fyri. Kaunas gjørdi sjálvmál í 21. minutti, og tað var einasta málið hesa ferð. Í triðja og avgerandi innleiðandi umfarinum skal Celtic spæla ímóti MTK úr Budapest.
Belgiska Anderlecht vísti mikukvøldið, at tað ber til at koma afturíaftur, hóast tað sær rættuliga svart út. Ímóti Rapid Bukarest á útivølli høvdu teir megnað málleysan javnleik. Men á heimavølli fingu teir heilt skjótt tvey mál ímóti sær, og so tóktist eingin vón at vera. Men Anderlecht megnaði at svara aftur og at skora tey trý málini, sum skuldu til, fyri at teir skuldu sleppa í triðja innleiðandi umfarið.