60 fólk úr allari Eysturoynni vóru til stovnandi aðalfundin hjá tí nýggja ítróttarfelagnum fyri brekað í Eysturoynni, sum eitur ?Svanur?. Stovnandi aðalfundurin varð við Løkin í Runavík. Svanur fer í fyrstu atløgu at skipa fyri venjingum og kappingum innan borðtennis, boccia og svimjing. Samstarv er longu fingið í lag við onnur ítróttarfeløg í Eysturoynni.
Svanur hevur eisini fingið eina sponsorsamstarvsavtalu við Eik Banka, sum tey eru ógvuliga fegin um.
Fyrsta nevndin hjá Svani er mannað við hesum fólkunum, og tey skipa seg í næstum :
Marjun í Jákupsstovu, Eiði
Hugo Leo, Leirvík
Hendrik Olsen, Lamba
Rodmundur Nielsen, Glyvrar
Eydna Norðfoss, Runavík