Svar til Jógvan Jespersen

-

Hin 22. juli í ár sendu undirritaðu opið bræv til Jógvan Jespersen, útvarpsstjóra, har vit spurdu um, hvussu tað ber til, at Javnaðarflokkurin, eftir okkara tykki, fær sersømdir í Útvarpi Føroya. Brævið var lutvíst ein endurtøka av øðrum brævið, sum vit høvdu í Dimmalætting 30. juni, men sum ongantíð bleiv svarað alment.

Í fyrra brævinum, nevndu vit tvey nýggj dømi (av mongum), har Javnaðarflokkurin varð tikin framum aðrar flokkar í tíðindasendingum í Útvarpi Føroya. Annað av hesum dømunum endurtóku vit eisini í seinna brævinum.

Tað at vit bert nevndu ávíkavist eitt og tvey ítøkilig dømi, var ikki tí, at talan var um serlig dømi, men hetta skuldi bert undirbyggja okkara spurning.

Ólavsøkuaftan, hevur Jógvan Jespersen aftursvar í Dimmalætting, har hann bert tekur tað eina dømið við, og síðani umrøður hann brævið, sum um at hetta eina dømið, er einasta grundarlagið undir fyrispurningi okkara. Afturat hesum, so vísir hann á, at sendingin »Føroyar í Dag«, tann 18. mai 1999, var ikki framleidd í Útvarpi Føroya, men á Føroysku tíðindastovuni á Christinasborg.

Hetta er løgið, tí vit funnust als ikki at »Føroyum í Dag«, men at tíðindasendingini, sum var send frammanundan »Føroyum í Dag«.

Í sendingini »Føroyar í Dag«, fingu Sambandsflokkurin, Javnarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin eins nógva tíð, til at greiða frá sínum sjónarmiðum. So langt var alt í lagi. Men tað sum undraðI okkum, var at Javnaðarflokkurin ? aftaná at hini umboðini, høvdu valt sær tey røttu orðini, fyri at kunna siga sum mest í ein minutt, - fekk meira enn fimm minuttir eyka í tíðindasendingini, fyri at svara Harhoff aftur.

Í aftursvarinum frá Jógvani Jespersen, verður øll ábyrgdin løgd yvir á føroysku tíðindastovuna á Chirstiansborg. Sagt verður, at hendan tíðindastovan eisini gjørdi innslagið í tíðindasendingini.

Nú kunnu vit, sum vanligir útvarpslurtarar ikki vita, hvør ið situr hvar, men hann sum gjørdi samrøðuna við Jóannes Eidesgaard, starvaðist ikki á Tíðindastovuni á Christiansborg, men talan var harafturímóti um Magnus Dam, sum vanliga arbeiðir í Útvarpi Føroya.

Jógvan Jespersen skal hava tøkk fyri orðini:»Tá vit eftirmeta hetta tíðindainnslagið, so ber til at siga, at tað var ov drúgt, og at tað hevði verið rættari at fylgt evninum upp dagin eftir.«

Rætt er tað, at um hetta var einasta dømið, hvar Javnaðarflokkurin varð tikin framum aðrar flokkar, so hevði tað verið burturvið, um vit bygdu allar okkara atfinningar á hetta dømið. ? Men tað er bara ikki so!

Dømini eru mong, og vit kunnu altíð venda aftur til tey seinni, um tað skal vera. Men endamálið hjá okkum, við brævinum, av als ikki at avklæða útvarpið.

Jógvan Jespersen sigur, at tað eru bæði sambandsmenn, tjóðveldismenn, fólkaflokksmenn, javnaðarmenn o.s.fr., sum av og á koma við sama sjónarmiði sum vit, nevnliga at aðrir fáa fyrimunir.

Av hesum fýra nevndu flokkunum, vita vit um fólkafloksmenn og tjóðveldismenn, sum eru komnir við hesum atfinningunum, umframt at vit nú eisini komu við okkara atfinning. Men nær er Javnaðarflokkurin komin við slíkum atfinningum? Tað kann verða, at vit eru stuttmintir, so Jógvan Jespersen skal vera vælkomin at rætta okkum, um vit taka feil. Men vit kunnu ikki minnast, at Javnaðarflokkurin nakrantíð hevur boða frá, at hann ikki fær sama møguleika sum aðrir í Útvarpinum.

Ímóti endanum á aftursvarinum, spyr Jógvan Jespersen, um vit hava nakað uppskot um eina betri skipan av almenna útvarpinum og sjónvarpinum. - Er hetta kanska eitt svar uppá okkara ávísan um, hvussu gott Útvarpið er?

Víðari nevnir útvarpsstjórin, londini eystanfyri, har fjølmiðlarnir vóru politiskt stýrdir, og hevur líkasum frammanundan ímyndað sær, at tað er tað, ið vit vilja hava. ? Sigur, at tað er kanska tann vegin, politiska rákið er í summum flokkum í løtuni.

Til hetta er at siga, at tað er júst hesum, vit vilja ávarða ímóti. ? Fjølmiðlum, har ein einsamallur politiskur flokkur situr og hálar í teymarnar.


Vinarliga


Helgi Abrahamsen

og Trygvi F. Guttesen