Svar til Rolf Guttesen

Tað er rættiliga vanligt, at miðlar taka upp evnir, sum aðrir miðlar viðgera. Greinin »Nyrup skuldina av bankakreppuni« byggir á eina grein í Børsen og er ikki nakað, sum greinskrivarin sjálvur hevur funnið uppá. Nakað, sum harra Rolf Guttesen, ikki sær út til at hava skilt.

Serliga síðani hesin ídni viðmerkjarin fór á eftirløn sum lektari á Københavns Universitet, hevur langtíðarútisetin fingið sær sum høvuðssport at gera seg klókan upp á líkt og ólíkt í føroyska samfelagnum, ið hann neyan kennir betri enn frá onkrari feriu nú og tá, nú hann hevur búð á flatlondum seinastu 40-50 árini. Men sjálvandi hava bæði Rolf Guttesen og aðrir ídnir útisetaskribentar loyvi at hava sína meining, og tær eru nógvar. Eisini sjálvt um veruleikafjarni, sum so oftani fyrr, hevur spælt teimum eitt pusss – havandi í huga fjarstøðuna millum Føroyar og Danmark.

 

Blaðmaðurin